Føroyingar fingið bind fyri eyguni

Formaður Javnaðarflokisns, Jóannes Eidesgaard, skilir ikki, at landsstýrið vil halda framtíð Føroya loyniliga fyri Føroya fólki við ikki at almannakunngera uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar

? Málið um ríkisrættarligu støðu okkara verður handfarið eins og talan var um krígsførslu. Alt málið verður hildið loyniligt fyri fólkinum meðan herovastarnir leggja ætlanirnar.

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins og uttanlandsnevndarlimur, sigur seg ikki skilja handfaring landsstýrissins av fullveldismálinum. Hann vísir á, at bæði Høgni Hoydal og Annfinn Kalsberg, løgmaður, ferð eftir ferð hava tosað um týdningin av at vera opin fyri Føroya fólki í júst hesum máli. Men eftir hansara tykki fremur landsstýrið júst tað øvugta, tá tað ikki vil almannakunngera nógv umtalaða uppritið, sum í løtuni verður viðgjørt í uttanlandsnevndini.


Stór avbjóðing

Formaður Javnaðarfloksins ásannar, at málið nú er vorðið ein enn størri avbjóðing fyri andstøðuna, tá upprtið ikki verður almannakunngjørt.

? Vit mugu nú leggja allar kreftir í at gera málið so greitt, sum gjørligt fyri Føroya fólki, uttan at bróta trúnaðarskyldu okkara. Uppgáva okkara at greiða træðrirnir verður nú enn størri.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann ikki kennir seg væl við, at hann, sum limur í uttanlandsnevndini, skal taka avgerir fyri lagnuna hjá Føroya fólki, ið hava fingið bind fyri eyguni í hesum máli. Samstundis sigur hann seg ikki skilja, at málið yvirhøvur verður hildið loyniligt, tí tað kann ikki gera nakran skaða, um tað kemur út til fólkið, ið hevur rætt til at verða kunnað um tað.

? Í veruleikanum heldur landsstýrið føroyingar fyri gjøldur, tá tað samstundis sum tað ikki vil almannakunngera uppritið fyri føroyingum hevur meldað út, at danir fáa upprtið og eitt uppskot til samráðingar í mars.


Uttanlandsnevndin knívin á barkan

Síðani Hvítabók varð almannakunngjørd hevur landsstýrið lagt stóran dent á, at uttanlandsnevdin skuldi fáa alla ta tíð, henni tørvaði, til at viðgera uppritið til samráðingarnar, tá tað einaferð var klárt.

Men týsdagin varð almannakunngjørt, at løgmaður hevur sent danska forsætisráðharranum bræv við áheitan um, at skipa fyri fundi um ríkisrættarligu støðuna antin í Danmark ella í Føroyum í tíðarskeiðinum millum 13. og og 24. mars.

Á fundinum við Poul Nyrup Rasmussen ætlar Annfinn Kalsberg sær at leggja fram eitt uppskot til nýggjan sáttmála millum londini bæði somuleiðis, sum hann fer at leggja fyri danska forsætisráðharran eitt uppskot um tíðarætlan og mannagongdir í sambandi við samráðingarnar millum londini bæði.

Hetta merkir, at uttanlandsnevndin skal vera liðug við viðgerina av samráðingarupplegginum innan 13. mars. Uttanlandsnevndin hevur sostætt fingið eitt evstamark, hóast útmeldingina frá landsstýrinum um, at uttanlandsnevndin skulu fáa alla ta tíð, henni nýttist, til at viðgera málið.

Hesa viðferð av uttanlandsnevndini heldur Jóannes Eidesgaard vera alt annað enn nøktandi. Hann sigur, at hetta saman við útmeldingunum um opinleika hevur styrkt hann í vissuni um, at løgmaður sum oftast handlar beint øvugt av tí, hann alment ger greitt.

Men hóast ónøgdina við handfaringina av málinum og hóast ónøgdina við, at uttanlandsnevndin nú hevur fingið eina tíðarfreist, ger Jóannes Eidesgaard greitt, at Javnaðarflokkurin ætlar sær at viðgera málið í álvara. Tó sigur hann tað vera óvuliga ivasamt, um landsstýrið fer at samráðast við donsku stjórnina við stuðuli frá Javnaðarflokkinum.

? Eg ivist ikki í, at uttanlandsnevndin klárar at halda tíðarfreistina. Meirilutin fer helst at nikka játtandi til alt, sum stendur í uppritinum, og sostætt verður viðgerin løtt. Men Javnaðarflokkurin fer at viðgera málið í álvara, sigur Jóannes Eidesgaard.