Àhugin millum føroyingar fyri enskum fótbólti hevur verið stórur gjøgnum mong ár, og tað sæst eisini á ferðamynstrinum hjá føroysku fótbóltsfjepparunum, sum ferðast nógv til dystir á leikvøllum hjá liðum í ensku Premier League.
Farna sunnudag fór eitt ferðalag hjá 62 Norður við 95 ferðafólkum við einum leiguflogfari hjá Atlantic Airways til Manchester at síggja oddadystin millum Manchester United og Manchester City á Old Trafford leikvøllinum í Manchester.
Rás2 var við á ferðini, og í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina øðrvísi reportasju við samrøðum og ljóðbitum frá dystardegnum mánadagin. Prátað varð við Manchester City fjepparan og Føroyavinin, Dave Scally. Àðrenn, undir og aftaná dystin varð prátað við Jákup Midjord, Dan Brimsvík og Berg Thomsen, ferðaleiðara hjá 62 Norður. Prátað varð eisini við føroyska Manchester City fjepparan, Jóhan á Plógv, tá ferðalagið lendi í Vágum aftur.
Myndin av Old Trafford er tikin av einari YouTube upptøku, og er tí kám.