Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Ferðaráðið, vísir, at føroyingar ferðast bæði innan- og uttanalnds. Helvtin av teimum spurdu siga seg hava verið uttanlands. Men tey hava eisini ferðast í Føroyum.
Varhugin, sum fólk í ferðavinnuni hava havt av, at føroyingar ferðast meira í egnum landi, enn teir fyrr hava gjørt, tykist verða grundaður, vísir Gallupkanningin.
Serliga í meginøkinum, Eystroy, Streymoy og Vágum, hava nógv fólk feðrast. 65 prosent av teimum spurdu siga seg hava verið í hesum økinum. Eisini Norðoyggjar eru væl við. Har hava 19 prosent verið. Suðuroyggin hevur fingið 15 prosent. Verri er statt við Sandoy, ið sum tann einasta av størru oyggjunum liggur heilt niðri á átta prosentum. Síðan eru tað útoyggjarnar aðrastðani enn í Norðoyggjum, sum liggja lægri. Eitt nú siga bara trý prosent seg hava verið í Mykinesi.
Í kanningini sæst, at heili 22 prosent av teimum, sum siga seg hava ferðast í Føroyum, hava ikki gist nakrastaðni á ferðini. Tað meta tey í ferðavinnuni ikki at vera nóg gott og halda, at her er avgjørt nakað hjá teimum, ið hava gistingarhús, summarhús ella aðrar gistingarmøguleikar, at arbeiða við.
Eisini verður sagt í viðmekingum frá Ferðaráðnum, at tað tykist eitt sindur ógreitt, hvat fólk meina við, tá tey siga, at tey hava vitjað vinir og kenningar. Um tað merkir, at tey hava búð heima hjá fólki, tey kenna, ella um tey hava lænt ella leigað hús sum vinir ella kenningar eiga aðrastaðni enn har, tey búgva. Av tí, at ikki nóg væl er tilskilað her, kann vera torført at greiða rætta úrsltiið av kanningin á hesum økinum.
Í niðurstøðuni, eftir at kanning er gjørd, siga tey á Ferðaráðnum, at tað tykist sum føroyingar meira og meira eru farnir at meta tað at ferðast í egnum landi sum ferðavinnu. Eisini halda tey at føroyingar meira tilvitað feðrast í egnum landi nú, enn gjørt hevur verið fyrr.
Kanningin vísir eisini, at tey, sum hava verið uttanlands og ferðast, eisini ferðast meira í Føroyum, enn meðaltalið av føroyingum annars ger.










