Fyrst og fremst so kunnu føroyingar, sum ferðast, býtast upp í fleiri typur, og tvær typur síggjast longu á flogvøllinum í Vágum. Her eru tey, sum ikki ferðast so ofta, og tískil skal tað hátíðarhaldast frá morgunstundini av, at nú er dagurin komin, har tey fara uttanlands. Tað gera tey, við at øll familjan etur burgarar, kips,højt belagt smyrjibreyð og kanska eisini ís, hóast klokkan ikki er meir enn sjey um morgunin. Hin typan, sum eisini er at síggja, er aloftast í business-klæðum og lesur teldupost á fartelduni. Henda typan ferðast ofta og hevur tí einki at hátíðarhalda, so tískil sæst henda typan við einum café latte.
Nakað, sum ger tað lætt at gerast varug við ein føroying uttanlands, er, at á handilsgøtum og matstovum tosa vit hart um alt og øll, tí hey – eingin skilir nakað allíkavæl. Vit hava lyndi til at gloyma, at føroyingar eru fyri so vítt allastaðni, og tí er tað eisini løgið, at vit altíð gerast líka ovfarin, tá vit sígggja ein landsmann í útlandinum. Harafturat so er tað eisini rættiliga sermerkt fyri føroyingar, at hóast teir koma úr sama býi ella somu bygd í Føroyum og ikki plaga at tosa saman, ja so gongur prátið dúgliga, tá teir av tilvild hittast uttanlands.
At vit í Føroyum ikki kenna stórvegis til stuldur og annan kriminalitet sæst, tá føroyingar fara til handils uttanlands: “Eg stilli bara taskuna her, meðan eg fari har yvir at hyggja eftir skóm” og “vit lata jakkarnir hanga, eingin fer avstað við teimum.” Brádliga er ragnarok, tí taska og jakkar eru brádliga burtur, og tað kemur óvart á tann heldur bláoygda føroyingin. Men so eru eisini tey, ið hava hoyrt so nógv um rán og harðskap, at taskan, sum eigur at hanga fikst við liðina, knappliga er komin frammum og verður neyðhildin við báðum hondum. Her hevði ein beltataska komið væl við.
Jú, víst eru føroyingar á ferð sermerktir júst eins og japanarar, amerikanarar og russar.









