Føroyingar fáa yvir 2 milliardir krónur í løn

Fyrsta ársfjórðing vóru 2,2 milliardir krónur goldnar í løn í Føroyum.

 

Tá hugt verður eftir trendinum, so er vøksturin 32 milliónir krónur ella 1,4% fyrsta ársfjóring 2018 í mun til 4. ársfjóring 2017. Frá 1. ársfjóringi 2017 til 1. ársfjóring 2018 var vøksturin 106 milliónir ella 4,8%. Tølini vísa ein støðugan vøkstur síðani summarið 2009.

 

Menninir eiga ein størri part av lønarútgjaldingunum enn kvinnurnar. 1,4 milliardir krónur eru útgoldnar til menn og 819 milliónir til kvinnur. Hjá báðum kynum hevur tað verið ein støðugur vøkstur síðani 2009, men serliga síðani 2014 er vøksturin hjá monnum nakað skjótari enn tann hjá kvinnum.

 

Flestu lønirnar eru útgoldnar í almenna geiranum, har almennar tænastur fáa 734 milliónir krónur. Privatar vinnutænastur fáa 693 milliónir krónur, 471 milliónir eru útgoldnar í fiskivinnuni og 330 milliónir í byggivinnuni.

 

Størsti vøksturin seinastu tíðina hevur verið hjá fiskivinnuni og byggivinnuni, serliga síðani 2013. Privatu vinnutænasturnar hava eisini upplivað skjótari vøkstur síðani 2013, meðan almennu tænasturnar hava havt ein javnan vøkstur seinastu 10 árini.