Tá ið AaB fór undir venjingarnar aftur tann 4. januar var ein nýggjur málmaður við til venjingina. Tað var fyrrverandi Viborg, AGF og Hobro málmaðurin Casper Jacobsen. Hann skuldi royndarvenja í felagnum, og tað spældi so væl av, at AaB nú hevur gjørt eit sáttmála við hann fyri næsta hálva árið.
Fyrsti málmaðurin í felagnum hjá Suna Olsen og Jón Róa Jacobsen eitur Jimmy Nielsen, og hann telist millum teir bestu málmenninar í Danmark. Nýggi málmaðurin í felagnum er tí fyrst og fremst at rokna sum eykamálmaður á besta liðnum.
Skaði broytti ætlan
Ætlanin var annars at tann ungi og lovandi málmaðurin Kenneth Stenild skuldi verða eykamálmaður í AaB í vár, men ein álvarsamur skaði hevur forðað fyri hesum.
Nú skal Casper Jespersen røkja hesa uppgávuna, og millum dystirnar, sum hann hevur spælt fyi feløg í Danmark, hevur tann 26 ára gamli málmaðurin eisini spælt ein landsdyst á U21 landsliðnum hjá Danmark.