Føroyingar fáa internetskatt - steðga ørskapinum!

HUXA finst hvassliga at kunngerðini um, at øll við internetsambandi skulu gjalda kringvarpsgjald.

Alnetið
Tað gongur ikki ein dagur, uttan at vit lesa og hoyra um eykagjøld, ið verða smoygd niður yvir høvdið á borgaranum. Og nú er landsstýriskvinnan fyri mentamálum, Helena Dam á Neystabø, komin við einum nýggjum fyribrigdi: hvør føroyingur, ið hevur internetsamband, fær eykarokning, bara tí at hann hevur alnet. Tað tykist, sum javnaðarkvinnan roynir at gera tað ómøguliga: at stýra alnetinum. Tað hevur tó eydnast hjá Kim Yong Ill og kinversku stjórnini, men tað er ivasamt, um føroyingar ynskja at fylgja trendinum.

Útreiðslubumba
Flest ung hava internet, annaðhvørt á teldu ella fartelefon. Hetta merkir í stuttum, at hvør næmingur á miðnámi skal brúka tveir studningar til kringvarpsgjald um árið. Er hetta ikki at leggja stein oman á byrðu, tá ið studningurin lækkaði í fjør? Helenda Dam á Neystabø kundi eins væl sent miðnámsskúlanæmingunum eitt útvarpstól, uttan at tey høvdu biðið um tað, fyri síðani at senda rokningina, tí at næmingarnir kunnu taka í móti signalinum.

Útisetar
Hvørjar ætlanir hevur Helena Dam á Neystabø við alnetsstýringini? Eru tað bara føroyingar, ið búgva í Føroyum, sum gjalda fyri internetskattin, ella eru tað allir føroyingar í heiminum? Er kunngerðin galdandi í Føroyum og ikki aðrastaðnis, ger hon mismun millum skattaborgaranar í Føroyum og føroyingin í útlegd.

Uppskot
HUXA er harðliga í móti kunngerðini, tí at hetta er ein eykaskattur. Vit heita tískil á løgtingið um at viðgera málið av nýggjum, tí ístaðin fyri internetskatt, hvat við at taka eitt gjald fyri sendingarnar á netinum?