Føroyingar fáa Harry Potter áðrenn amerikanarar

Á midnátt náttina til leygardagin verður møguligt hjá føroyingum at keypa nýggju bókina um Harry Potter, og hetta er áðrenn amerikanarar hava møguleikan til tað Tað hava verið sera strangar reglur um, at eingin skal hava møguleika at lesa bókina fyrr enn hon kemur út leygarmorgunin, og bæði bókahandlar og flutningsfyritøkur hava verið noyddar at undirskriva tjúkkar sáttmálar um at halda treytirnar.

Bókin kemur í handilin hjá Rit & Rák á midnátt náttina til leygardagin, og í hesum sambandi hevur Rit & Rák opið í ein tíma ? frá midnátt til kl. 01.00. Alt hetta fer fram meðan amerikanararnir pent mugu bíða, til klokkan hevur sligið seinastu sløgini á midnátt har yviri.

Kl. 00.30 fer Bergur Rasmussen at hugleiða um Harry Potter. Bergur hevur týtt tær seinastu bøkurnar, og hevur gjørt sær nakrar tankar um endan av søguni.

Enska bókin ber heitið ?Harry Potter and the Deathly Hallows ?, og longu fyrsta dagin vera væntandi fleiri enn tvær milliónir eintøk seld. Hetta er tvífalt so nógv sum av tí sættu bókini.

Joanna Rowling hevur í einari samrøðu avdúkað, at seinastu tvær bøkurnar eru sum ein samanhangandi long bók í tveimum bindum. Sum vænt vóru nógvar ábendingar í bókini um hvat kann fara at henda í hesi endaligu uppgerðini við Lord Voldemort. Bókin endaði syrgiliga, og innihaldið í hesari verður neyvan sum nakar dansur á rósum. Joanna hevur avdúkað, at enn tveir av høvuðspersónunum fara at lata lív.

Bókin er 608 bls. og kostar 234,- kr.