Føroyingar fáa 600 milliónir í løn um mánaðin

Tað verða framvegis goldar einar 600 milliónir í lønum í Føroyum um mánaðin.

Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari uppgerð.

Hagstovan sigur, at frá oktober til november var ein lítil afturgongd, men framvegis vóru lønirnar um 600 milliónir krónur, soleiðis sum tær hava verið seinasta hálva árið.?

Lønartølini vísa, at í november vóru útgoldnar 602 milliónir krónur í lønum, og tað er fýra milliónir, ella 0,6% minni enn í oktober.??

Í høvuðsheitum hevur meira verið útgoldið hvønn mánað í árenn í fjør.

Hetta sæst eisini aftur í tí, at seinastu 12 mánaðirnar eru útgoldnar góðar sjey milliardir krónur í lønum, men 12 mánaða tíðarskeiðið frammanundan vórðu útgoldnar 6,8 milliardir, ella 3,3% meiri.

Hagstovan vísir á, at byggivinnan verðru hildin uppi av skipasmiðjum. ?

Higartil í ár eru útgoldnar 764 milliónir krónur í lønum í byggivinnuni og aðrari tilvirking.

Hetta eru 14 milliónir, ella 1,9% meira enn sama tíðarskeið í fjør.

?Í vinnugreinini byggivinna vóru útgoldnar 381 milliónir krónur og tað eru seks milliónir minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Afturgongdin er 1,6%.

Hinvegin hava skipasmiðjur og smiðjur annars, stóra framgongd.

Higartil í ár eru útgoldnar 143 milliónir krónur í hesum vinnugreinum og tað eru 23 milliónir, ella heili 19,6% meiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Hetta er orsøkin til, at bólkurin, sum eitur byggivinna og onnur tilvirking, hevur so stóra framgongd.

Talvan vísir gongdina í lønunum seinastu tíðina.