Føroyingar eta ósunt

Magni Mohr og Gyða í Gongini eru samd um, at matvanin hjá føroyingum er út av lagið vánaligur. Sosialurin skrivar í dag, at Magni Mohr, ítróttargranskari heldur, at matvanarnir hjá føroyingum eru beinleiðis sjúkligir, og serstakliga, tá ið umræður barnaføði.

 

Eisini Gyða í Gongini, sum er kostráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, í samband við Kostárið heldur, at ein hugburðsbroyting má til.

 

-Vit mugu venja okkum av við, at børn okkara skulu hava pitsa og grillmat hvørja ferð vit fara út at eta, sigur Gyða í Gongini.

 

Hon staðfestir, at Heilsumálaráðið hevur ætlanir um at seta fokus á mat til børn í samband við Kostárið 2011.