Føroyingar eru villir

Martin Pedersen og Jacob Andersen vóru heilt ovfarnir av føroysku áhoyrafjøldunum, sum teir spældu fyri um vikuskiftið

PRÀT

Tey vóru fyri hvønn annan. Tað vil siga áhoyrararnir vóru glaðir fyri Jacob Andersen og Martin Pedersen, og hinvegin vóru Martin og Jacob eisini ógvuliga glaðir fyri føroysku áhoyrarafjøldina.
?Føroyingar eru villir. Tað er feitt, sigur Jacob Andersen, og Martin Pedersen er samdur við honum.
?Tú merkir væl, at tey ?lada? upp til hesar konsertinar. Tey geva veruliga okkum nakað aftur, sigur Martin Pedersen.
Hetta er fyrstu ferð, at Martin er í Føroyum, men Jacob hevur spælt í Føroyum áður. Fyri tveimum árum síðani var hann í Føroyum við bólkinum Yo-tak. Bólkurin spældi m.a. í Kagganum og í Platform. Tað eru kanska ikki so nógv, sum minnast Jacob frá tí túrinum, men hann minnist væl túrin.
?Umborð á Norrønu á veg til Føroya skrivaði eg ein sang, sum eg og Guðrun sungu sum duét í kvøld (sunnukvøldið, blðm.). Eg helt tað vera so upplagt, og eg vóni eisini, at Guðrun syngur hann saman við mær á míni komandi útgávu.

Rætti vinnarin
Vóru teir báðir bergtiknir av føroysku áhoyrarfjøldini, so eru teir eisini bergtiknir fyri Guðruni Sólju Jacobsen.
??Skalt tú vera ein góður vinnari, so mást tú eisini vera ein góður tapari, og eg haldi tað vera fult uppiborið, at Guðrun vann, sigur Martin Pedersen.
?Og eitt ella annað stað vistu vit eisini, at hon fór at vinna, sigur Jacbo Andersen.
Teir siga seg báðir nýta nógv at ferðast runt og spæla í Stjerne for en aften høpi. Til oktober mánað eru teir knýttir at hesum, og eftir tað, mugu teir klára seg sjálvar.
Og teir ásanna, at tað er neyðugt at halda seg framat.
?Í hesari vinnuni kanst tú skjótt verða gloymdur. Tí er neyðugt at tú heldur teg ígongd og gert nakað við tað, og tað er tað, vit royna at gera, sigur Martin Pedersen.
Men støðan sum stjørna er ikki alt.
?Eg havi spælt í 15 ár uttan at gerast kendur, og eg skal nokk spæla 15 ár afturat, um so eg verði verandi kendur ella ei, sigur Jacob Andersen.

Plátusáttmáli
Viðvíkjandi útgávum er støðan hjá teimum báðum eitt sindur ymisk. Jacob Andersen hevur fingið ein plátusáttmála við Universal, sum Guðurn S. Jacobsen eisini hevur sáttmála við. Hann fer at gera eina fløgu í næstum við mest egnum sangum.
Martin Pedersen vil eisini fegin gera eina fløgu, men hann hevur ikki enn fingið nakran plátusáttmála.
Men báðir ætla at halda fram við tónleikinum. Tað er vist, siga teir.
Mynd: Jacob Andersen og Martin Pedersen søgdu seg vera púra bergtiknar av føroysku áhoyrarfjøldini. Og fyrt tað kundu teir gott geva ein muss.
Mynd: Jens Kristian Vang.