Føroyingar eru væl lýddir í OM (FM1)

(FM1) Jóhan Petur Johannesen, leiðari fyri OM Føroyar var gestur í sendingini "Spurin" á FM1 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Spurin", ið var send beinleiðis á FM1 seinnapartin í dag.

 

Gestur hjá Petur Zachariassen í "Spuranum" í dag var leiðarin fyri trúboðanarfelagsskapin, OM Føroyar. Leiðari fyri OM Føroyar er Jóhan Petur Johannesen sum býr í Hoyvík.

 

Jóhan Petur Johannesen greiddi frá virkseminum OM hevur kring knøttin, eisini um skipini hjá felagsskapinum. Gamla Norrøna er núverandi OM-skipið Logos Hope. 

 

Nógv fólk sum hava tilknýti til samkomur og missiónshús kring landið hava verið og eru virkin í felagsskapinum OM. Jóhan Petur Johannesen greiðir frá, at føroyingar eru kendir og væl lýddir í OM.