Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, ivast ikki í, at fleiri føroyingar fara at gera seg galdandi í altjóða høpi í innirógving. Hann ger greitt, at ítrótturin er væl egnaður til føroyingar.
Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági er heimsmeistari í inniróðri. Hann var við í heimsmeistarakappingini í Boston í USA og vann bólkin ?Junior Men?. Undan kappingini hevði hann næstbestu tíðina í heiminum, og tað eydnaðist honum at vinna heimstaraheitið seinnapartin.
- Tað minnir nógv um at rógva í føroysku kappróðrarbátunum. Hátturin er tann sami. Tað vísir seg, at føroyingar eru knáir í innirógving, og tað er ein fyrimunir at hava royndir frá føroysku bátunum. Róðrarsambandið stórfegnast sjálvandi um flotta úrslitið hjá Sverra, sigur Jan Herman Hansen.
Sverri Sandberg Nielsen róð undir danska flagginum seinnapartin, og Jan Herman Hansen vísir á, at tað hevði sjálvsagt verið stuttligari, um Føroyar og føroyska Merkið vóru ovast, heldur enn Danmark og Dannebrog. Hann staðfestir hinvegin, at úrslitið er týðiligt prógv um, at føroyingar fara at eiga virknan leiklut í heimselituni í inniróðri næstu nógvu árini.
Sverri Sandberg Nielsen kom á mál við tíðini seks minuttir og fýra sekund, og hann var góðar tvær botnslongdir framman fyri nummar tvey.









