Føroyingar eru tilvitaðir um søguna

Nýggi ríkisumboðsmaðurin í Føroyum er 45 ára gamla Birgit Kleis. Hon væntar, at Føroyar fáa økt sjálvstýri í nærmastu framtíð, uttan tó at siga nakað um, hvussu karmarnir vera. Hon hevur lagt til merkis, at føroyingar eru ógvuilga tilvitaðir um søgu, bakgrund og familju sína

 

Ríkisumboðsmaðurin

? Eg havi glett meg nógv at fara undir hetta nýggja starvið, og hetta er ein stór avbjóðing hjá mær, sigur nýggi ríkisumboðsmaðurin.

Fyri góðari viku síðani tók Birgit Kleis við starvinum sum ríkisumboðsmaður, ið er fremsti umboðsmaður hjá donsku stjórnini í Føroyum. Hon gleðir seg til hesa nýggju avbjóðingina, men enn hevur hon tó ikki sett seg inn í øll viðurskifti viðvíkjandi starvinum. Hesa fyrstu tíðina á borgini hevur hon roynt at føla seg fram á ymsum økjum í starvinum. Hon leggur afturat, at umleið helmingurin av starvsfólkunum eru tey somu, sum tá hon var her á fyrsta sinni.

Um føroyingar sigur nýggi ríkisumboðsmaðurin, at vit eru ógvuliga tilvitaðir um okkara søgu, bakgrund og eisini um familjuna. Hetta er ein styrki, men er tó ikki vanligt í Danmark. Hinvegin metir hon eisini, at tað er nógv, ið danir og føroyingar hava felags. Tað er tann norrøni felagsarvurin, sum bæði fólkini hava til felags.

Birgit hevur fyrr arbeitt á skrivstovuni hjá ríkisumboðnum sum fulltrúi. Tað var í tíðarskeiðnum frá 1986 til 1988. Hon kennir tí føroysk viðurskifti, og hon heldur, at tað var ein fyrimunur hjá henni í umsóknini til starvið, at hon hevði arbeitt hjá ríkisumboðmanninum áður. Hon arbeiddi undir Bent Klinte, ið tá røkti hetta starvið.

? Síðan eg var í Føroyum í áttatiárunum havi eg altíð hugsað um at koma aftur hendavegin. Hetta var eitt starv, um eg kendi til, og tí var tað upplagt hjá mær at søkja, sigur Birgit Kleis, ið hevur ein trý ára sáttmála. Hon hevði tí ikki torført við at taka av tilboðnum um at gerast ríkisumboðsmaður. Hon veit ikki, um hon fer at halda á, eftir at hetta skeiðið er runnið, men tann avgerðin verður tikin seinni.

Hon er útbúgvin jurist á Københavns Universitet í 1985, tá hon fekk prógvið. Áðrenn hevði hon tikið matematiskt studentsprógv í danska høvuðsstaðnum, har hon eisini er uppvaksin.

Síðani arbeiddi hon eitt stutt skifti hjá umboðsmanninum í Fólkatinginum, áðrenn hon legði leiðina til Føroyar. Síðan 1988 hevur hon fyri tað mesta starvast í Løgmálaráðnum í Keypmannahavn. Nú er hon so ríkisumboðsmaður, sum almenna heitið er.

 

Mest sjálvstýri

Birgit Kleis væntar, at yvirtøkur og mál viðvíkjandi sjálvstýri fara at upptaka nógv av hennara arbeiðstíð komandi mánaðirnar.

Slík mál hava verið ovast á dagsskránni síðan henda samgongan tók við, og uppgávan hjá Birgit er at samskifta við donsku stjórnina um slík viðurskifti. Hon skal tí altíð fylgja við, hvat hendir á tí hermótinum.

? Mín høvuðsuppgáva er at flyta áskoðanir og upplýsingar millum tey bæði londini, og eg skal vera við til at fáa góð úrslit í samráðingum millum partarnar, sigur Birgit Kleis. Hon dylur tó ikki fyri, at hon er í starvi hjá donsku stjórnini, og tí fer hon altíð at vera á tí síðuni í samráðingum.

Hon sigur tó, at hon hevur eitt serligt samband við Føroyar og føroyingar. Hon er ikki í somu støðu sum politikarar og embætisfólk. Hon vónar ikki, at hon verður noydd at velja tann eina partin framum hin í samráðingum millum Føroyar og Danmark.

? Eg vænti, at Føroyar fara at fáa økt sjálvstýri á ein ella annan hátt, áðrenn ov long tíð er liðin, sigur Birgit. Hvussu skjótt og hvussu karmarnir fara at vera, vil hon tó ikki spáa um.

 

Fyrimunur at vera kvinna

Fráfarni ríkisumboðsmaðurin Vibeke Larsen segði í samrøðu í sjónvarpinum, at tað hevði verið ein fyrimunur hjá henni at vera kvinna í hesum høga og týdnignarmikla starvinum.

Hesum hugusnarhátti kann Birgit Kleis taka undir við uttan tó at hava sitið í hesum starvinum serliga leingi.

Onkur hevur ført fram, at embæði hjá ríkisumboðsmanninum ikki hevur nakran týdning, men bara er kransakøkufigururin hjá dønum í Føroyum.

Hesum er Birgit Kleis ikki samd í. Hon heldur, at hetta starvið hevur stóran týdning í samskiftinum millum føroyingar og danir.

? Eg haldi, at eg kann geva eitt týdningarmikið íkast við upplýsingum báðar vegir, og tí haldi eg ikki, at eg bara eri ein kransakøkufigurur, sigur Birgit Kleis.

 

Møtti manninum í Mikladali

Tað var meðan Birgit starvaðist í Føroyum, at hon møtti manninum, sum hon er gift við í dag. Hon greiðir frá, at tey høvdu felags kenningar, og soleiðis komu tey at kennast.

Tað var tó á einum túri í Mikladali, at tey bæði komu at kennast væl. Hetta var ein útferð, sum starvsfólkið á ríkisumboðnum gjørdu. Birgit sigur, at tey bæði síðani hava verið aftur í Mikladali og ferðast.

Maðurin hevur arbeitt sum tíðindamaður í Danmark seinastu nógvu árini, og tey bæði eiga tvey børn. Drongurin Thomas, sum er sjey ára gamal, er farin í fyrsta flokk í Kommunuskúlanum í Havn. Tey eiga eisini eina dóttur, ið eitur Maria og er trý ára gomul.

? Eg eri ógvuliga fegin um, at eg fekk hetta starvið. Tó vóni eg ikki, at hetta hevur broytt meg sum persón, sigur Birgit Kleis.