Føroyingar eru royndardjór hjá kinesiskari fyritøku

Føroya Tele og Huawei hava gjørt samstarvsavtalu um at Føroyar – saman við Hong Kong – skal verða testøki fyri nýggjastu tráðleysu tøknina hjá Huawei. 


Vandin liggur í, at tøknin hjá kinesisku stórfyritøkuni byggir á mikrobylgjugeisling, sum IARC, stovnurin fyri krabbamein undir WHO í 2011 staðfesti var “møguliga krabbameinselvandi”. Fleiri av granskarunum í IARC siga nú, at mikrobylgjugeisling eigur at koma enn longur upp í vandakategori, sum ‘allarhelst krabbameinselvandi’. Tí er tað óðamannaverk av Føroya Tele og partaeigaranum Føroya Landsstýri, at lata Føroyar blíva eitt tað mest dálkaða landi í heiminum.

 

Tí spyrja vit Føroya Tele um útbúnaðurin frá Huawei er testaður fyri heilsuárin, áðrenn hann verður testaður á okkum? Um so er, hvør hevur staðið fyri royndunum? Fer Føroya Tele at upplýsa okkum hvørji tól verða royndarkoyrd?

 

Vit skija væl, hví Huawei hevur valt Føroyar at vera testland. Umframt at vera lítið, so hevur Føroyar onki hámark fyri mikrobylgjugeisling. Hetta síðsta er samstundis grundin til, at Tórshavnar Kommuna hevur noktað at loyva 11 nýggjum fartelefonmastrum, at verða settar upp í Tórshavnar Kommunu. Kommunan heitti í hesum sambandið í 2012 á Landsstýrið, at áseta hámark fyri hesi geisling.

 

Vit heita tí á Føroya Landsstýrið, um at annullera avtaluna millum Føroya Tele og Huawei, inntil eitt hámark fyri geisling í Føroyum er ásett. Føroyar eiga ikki at blíva heimsins mest geisladálkaða land.

 

 

Vegna Erbylgjufelagið,

Janus D. Guttesen, form.

 

Keldur: 

1) microwavenews.com/short-takes-archive/iarc-publishes-rf-cancer-review 2) monographs.iarc.fr/ENG/Monographs/vol102/mono102.pdf