KT Stovan sigur, at útlendskir serfrøðingar, sum hava vitjað í Føroyum ásanna fíggjarligar og vitanarligar fyrimunir við at gagnnýta nýggja tøkni í Føroyum. Men teir eru varnir við at brúka pening her, tí føoryingar hava ikki sýnt sannførandi áhuga fyri at samstarva og gangnýta KT loysnir.
KT Stovan sigur frá, at seinasta BitTingið varð hildið á Hotel Føroyum hósdagin. Har vóru fólk við, sum høvdu havt eitthvørt samband við Bitlandverkætlanina, sum hevur vart megin partin av árinum. Fyrsta BitTingið varð hildið tann30 mai í ár.
Verkætlannarbólkurin, sum hevur sitið í samband við Bitland verkætlanina, hevur skrivað eitt álit, sum varð lagt fram á BitTinginum í gjár. Frágreiðingin hevur millum annað eitt tilmæli um, at Bitland eigur at halda fram.
Mælt verður milum annað til, at eitt smápartafelag verður stovnað, sum kann fáa í lag samband millum føroyskar og úrlendskar KT fyritøkur, sigur Steinbjørn í Dali, sum er ein teirra, ið hevur staðið fyri Bitland verkætlanini.
Hann sigur, at útlendingarnir sum so ikki eru óáhugaðir at brúka pening í Føroyum, men at teir føla, at føroyingar eru ikki til reiðar at taka í móti. Um tað er tí, at føroyingar ikki trúgva heilt upp á framkomnu tøknina, ber illa til at siga, heldur hann. Men uppgávan verður nú at fáa føroyinar til at broyta hugsunarhátt.
Á BitTingi um á Hotel Føroyum hósdagin vóru bara føroyingar, sum viðgjørdu ta 30 síðu longu frágreiðingina frá verkætlanarbólkinum, sigur Steinbjørn í Dali.
Teir skulu nú taka støðu til hvørjar uppgávur Bitland skal hava í framtíðini. Eitt nú um Bitland skal vera beinleiðis við í komandi verkætlanum ella bert skal virka sum »facilitator«. Og ikki minst hvussu farast skal fram við teimum mongu sambondunum, Bitlan hevur fingið seinasta hálva árið.