Føroyar eru eitt ógvuliga gott land at búgva í, og føroyingar eru eydnusamasta fólk í verðini
Fólkaheilsuráðið sigur, at tað er úrslitið av eini nýggjari kanning, har Føroyar eru samanbornar við onnur rík lond.
Kanningin vísir, at føroyingar eru væl nøgdari við lívið enn tey eru í okkara grannalondum, sum annars eru heimsins eydnusamastu lond, sigur Fólkaheilsuráðið.
Hetta er ein kanning, sum er gjørd eftir sama leisti, sum OECD londini brúka,og sum tey kallað Better Life, har endamálið er at samanbera tey ríkastu londini í heiminum.
Føroyar hava fyrr staðið seg væl í hesi kanning, sum fyrstu ferð varð gjørd í 2013, sigur Fólkaheilsuráðið.
Men nú er kanningin so endurtikin og enn einaferð verður staðfest, Føroyar standa seg avbera væl.
Tað vísir seg nevniliga í hesi kanningini, at føroyingar eru eydnusamasta fólk í heiminum, staðfestir Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Hann sigur at alskyns viðurskifti eru samanborin í kanningini, og í miðal eru Føroyar fremsta landið av øllum.
Talan er bæði um spurningsar um býli, heilsu, arbeiði og arbeiðsloysi, inntøku, sosial netverk, náttúruvikurskifti, vallkuttøka, og annað.
– Henda kanning er við til at geva okkum í Fólkaheilsuráðnum eina heildarmynd av nøgdseminum í føroyska samfelagnum, sigur Magni Mohr.
Hann heldur, at tað er áhugavert at staðfesta, at vit hava eitt fólk, sum gleðiliga tekur lut í øllum samfelagsviðurskiftum, at vit eru framúr væl nøgd við lívið og eru bjartskynd um framtíðina.
Hinvegin ber til at bøta um støðuna á ávísum økjum, tí vit eru aftarlaga í sambandi við útbúgving og lutfalsliga eru vit dragna aftur í tí partinum av kanningini, ið snýr seg um heilsu. Eitt nú standa vit okkum illa í pisakanningunum, aftur ímóti nógvum øðrum londum.
Hinvegin vísir Magni Mohr á, at miðaltøl siga okkum bara ein part av søguni. Tað eru bólkar í samfelagnum, sum hava trupulleikar, men tað er hugaligt at vit við flestu miðaltølum eru eitt framúr land at búgva í, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.










