Føroyingar eru ikki piratar

-Tað var ein undarlig kensla hettar kvøldi, at síggja okkara fiskimálaráðharra sita, sum á ákærubeinkinum í Sjónvarpinum, fyri at hava ásett føroyingum kvotu til føroysk skip í Føroyskum sjógvi, sigur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag.

-Tá formaðurin í norska reiðarafelagnum fær so nógva rúmd, í føroyska sjónvarpinum, er grund til at undrast, hetta hevði verið óhugsandi í norska sjónvarpinum.

Tá føroyingar verða skýrdir fyri piratfiskiskap av norðmonnum, man mangur føroyingur, sum minnist nakað aftur, trekkja uppá smílibandið, á ja mangt broytist á mansins ævi, skrivar Viberg Sørensen í dag, á heimasíðuni hjá felagnum.

Víðari sigur hann.

-Stríðið um makrelin hevur verið drúgt og hart, men tað var ikki vantandi annað. Tað hevur ongantíð verið lætt at krevja síni rættindir og serliga, tá so stór virðir standa uppá spæl.

Vit mugu ongantíð gloyma, at fyri okkum, er tað tilverugrundarlagið, vit stríðast fyri, tí mugu vit kýta okkum meira enn hini, og sjálvandi má tað vera okkara fiskimálaráðharri sum gongur á odda, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.

Seinastu tíðina hava tey niðri í EU avdúka, hvussu makrelurin verður umsitin í Spaniu, har fiska var 80% útyvir kvotuna.

Fyri nøkrum døgum síðani kundu vit lesa í bløðunum um hvussu nógvur fiskur verður útblakaður í Norðsjónum og so framvegis.

Tað er sjáldan, at eitt fiskivinnublað kemur út hjá okkara grannum, uttan at yvirskriftirnar boða frá, um útblaking og ovurfisking.

-Her á landi fiska vit undir skipaðum viðurskiftum, alt er púra opið og øll kunnu síggja hvat og hvussu nógv vit veiða.

Nei her er onki piratfiskarí, hvussu norðmenn fiska, er ein onnur søk, sigur Viðberg Sørensen.