Fyri eini viku sóu vit Kristel Lisberg syngja sangin “At Last” framman fyri teimum trimum dómarunum í X-Factor á DR1. Dómararnir, Pernille Rosendahl, Cutfather og Thomas Blachman vóru øll samd um, at Kristel Lisberg sang so mikið væl, at hon skuldi sleppa víðari til næsta umfar í kappingini. Serliga Blachman tyktist at vera hugtikin av Kristel Lisberg, longu áðrenn hon byrjaði at syngja, og segði nógv føgur orð við hana. Hóast jaliga hugburðin á sjónvarpsskíggjanum seinasta fríggjakvøld, so er Blachman ikki eins bergtikin av Kristel, sum hann annars sá út til at vera:
- Hvítar stilettir og nylonsokkar virka eitt sindur gamaldags í mínari verð. Tað hevur ivaleyst eina ávirkan, men tykist eisini eitt sindur hotelsangarasligt, sigur bersøgni dómarin, sum fyri fjóðru ferð er við at velja út luttakarar til X-Faxtor.
Burdu sungið á hotelli
Thomas Blachman sigur í stuttari viðmerking við Sosialin, at honum dámar røddina hjá Kristel Lisberg, men hann heldur, at føroyski songfuglurin hevði riggað best á einum marglætishotelli:
- Tann persónurin, sum rekur eitt stórt marglætishotel á einari av tykkara mongu oyggjum, átti at lati Kristel sungið har...um hon ikki longu ger tað, sigur Thomas Blachman. Hann minnist væl eina aðra føroyska songkvinnu, Lindu Andrews, sum gjørdist vinnari av X-Factor í 2009:
- Minnist meg rætt, so áttu tit eisini Lindu Andrews, sum var við fyri nøkrum árum síðani. Kanska er tað hon, sum stendur og syngur á hasum marglætishotellinum í hesi løtu, sigur ein heldur speiskur Thomas Blachman.
Thomas Blachman, sum er jazztónleikari, tónasmiður, tónleikaframleiðari og hevur vunnið Danish Music Awards fimm ferðir, verður aftur at síggjá á DR1 í kvøld klokkan 19.00, tá næsta X-Factor sendingin fer av bakkastokki.