Føroyingar eru heimsins bestu sangarar

Jean Michel, sum er hálvur føroyingur og hálvur íslendingur, heldur, at X Factor aftur í ár hevur staðfest, at Føroyar eiga heimsins bestu sangarar

Rólant Waag Dam
----

Sveinur Gaard Olsen er ikki einasti luttakarin, ið er eftir í ársins X Factor-sending, sum tosar og skilir føroyskt. Jean Michel, sum saman við Nicoline Simone mannar eina duo undir Thomas Blachman, hevur føroyskan pápa og búði í Klaksvík sum barn.
- Eg búði í Klaksvík í fimm ár sum barn, har eg gekk í fólkaskúla og havi fleiri barndómsvinir, greiðir 34 ára gamli Jean Michel frá. Tað er langt síðani, at hann vitjaði í Føroyum seinast, men fyri kortum vóru nøkur vinfólk og grannar úr Føroyum og vitjaðu hann í Nyborg. Og føroyska blóðið er gott at hava í æðrunum, tá talan er um X Factor, heldur Jean Michel.
- Árið í ár prógvar enn einaferð, at Føroyar eiga heimsins bestu sangarar. Nú vóni eg bara, at eg kann fáa nakrar av atkvøðunum, sum Kristel hevði fingið, um hon kom víðari, sigur Jean Michel flennandi.

Spentari enn nakar annar
Jean Michel fegnast sum allir hinir finalistarnir um, at hann skal luttaka á live-showininum í kvøld. Men hjá Jean Michel er gleðin eitt vet størri enn hjá hinum luttakarunum, tí í fjør varð hann sendur heim úr kappingini beint áðrenn live-showini. Hann kom nevniliga við til sonevnda boot-campin, sum Cutfather hevði, og taldist millum fimm teir síðstu luttakararnar í bólkinum fyri tey undir 25 ár, men varð hann soldaður frá í evstu løtu.
Jean Michel varð eisini soldaður frá í ár, enn tá fyrr enn í fjør, men so mannaðu dómararnir nakrar bólkar, tí bólkakategoriin var so veik. Og samanrenningin millum Jean Michel og Nicoline Simone er sanniliga nakað, ið hóvar Blachman.
- Tey bæði eru ein ógvuliga vøkur og elegant duett, sum hevur røtur aftur í tilvitaðan politiskan soultónleik, er lýsingin hjá Blachman av teimum. Dómarin, sum mong óttast og rópa annaðhvørt originalan ella bara øran, er tá alt kemur til alt sum fólk flest, vil Jean Michel vera við.
- Blachman er ikki so ræðuligur. Faktiskt er hann púra vanligur, men hann hevur ein sjónvarpsleiklut, hann roynir at liva upp til. Men, okey, hann sigur eisini nøkur undarlig ting inn í millum, flennir Jean Michel, sum hevur góðar vónir undan kvøldinum í kvøld.
- Í ár verður tað. Eingin bólkur hevur vunnið X Factor í Danmark og Blachman hevur ongantíð vunnið. Nú er tíðin búgvin til tað, sigur Jean Michel.
rolant@sosialurin.fo