Handlarnir kring landið, sum selja mat, hava havt úr at gera í ár. Annars varð stúrt fyri, at korona fór at ávirkað keypsmynstrið hjá fólki – og tað hevur tað gjørt, men ikki tann negativa vegin, tí sølan hevur gingið sum ongantíð fyrr.
Serliga er tað sølan av matvørum, sum er eksploderað í fjør. Matstovur kring landið hava verið rættiliga skerdar í sínum virksemi ein stóran part av árinum, og tað hevur eftir øllum at døma fingið føroyingar aftur í køkina at gera mat sjálvir. Samstundis gjørdu føroyingar rættiliga nógv burtur úr at ferðast í egnum landi og at leiga summarhús í nakrar dagar, og eisini tey hava lagt fitt eftir seg í handlunum.
Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í vørubólkinum, sum eitur »matur og alkoholfríar drykkjuvørur« hevur hevur umsetningurin verið óvanliga stórur tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í fjør, samanborið við somu ársfjórðingar í 2019.
Í miðal eru prísirnir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum, hækkaðir 1,6 prosent frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør. Og verður lagt upp fyri hesum, er mongdin av mati og drykkjuvørum, sum er selt tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í fjør, 14 prosent størri enn hon var tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í 2019. Og tá skal eisini havast í huga, at tað var ikki í mars í fjør, at korona fór at gera um seg av álvara, so í sjálvari koronu – tíðini er sølan vaksin væl meir enn tað.
Hinvegin er sølan av klædnavørum og skóm ikki vaksin hesa tíðina við koronu. Prísurin á klæðum og skóm, vaks fimm prosent frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør og og verður lagt upp fyri hesum, er mongdin av seldum klæðum og skóm, at kalla tann sama í fjør, sum hon var í fyrrárið.












