Føroyingar eru ambitiøsir

- Tað er ein myta, at føroyingar ikki hava høgar ambitiónir, sigur stjórin í Føroya Tele

Jan Ziskasen, sum er samtaksstjóri í Føroya Tele, greiddi í kvøld útsetum í Keypmannahavn frá um, hvussu tað var at flyta heim til Føroya eftir nógv ár í útlondum.

Jan Ziskasen arbeiddi fyri Kraft konsernina í fýra londum, áðrenn hann tók avgerð um at flyta heim til Føroya, her hann gjørdist stjóri í Føroya Tele. Seinasta arbeiðsplássið var í risabýnum Chicago í USA.

- Alt er so nógv minni í Føroyum, og alt er so tætt uppá, og tað skal eg venja meg við, men tað er ikki so stórur munur á fólkum í Føroyum og aðrastaðni. Tað er ein myta, at føroyingar ikki hava høgar ambitiónir. Starvsfólkini, sum eg kenni til í Føroyum, eru eins dugnalig sum starvsfólkini í Chicago, og tey eru líka ambitiøs, segði Jan Ziskasen.

Føroya Tele stjórin greiddi frá, hvussu hann hevði upplivað Føroyar, eftir at hann var fluttur heim, og hann vísti á, at Føroyar eru nógv broyttar og sera framkomnar á nógvum økjum í dag.

- Eg vil mæla tykkum til at flyta heimaftur til Føroyar og vera við til byggja landið víðari. Føroyar hava brúk fyri tykkum øllum, segði Jan Ziskasen við útisetarnar.

Tað vóru BankNordik og Altantic Airways, sum skipaðu fyri tiltakinum ”Vel Føroyar” í Keypmannahavn í kvøld.