Eftir 10 útseldar sýningar í Norðurlandahúsinum er framvegis gravgangur eftir atgongumerkjum til E Elski Førjar Bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag fer ein rúgva av fólki at vera til arbeiðis í høllini á Hálsi. Tey fara at seta ljóð- og ljósanlegg upp, gera eina pallmynd úr fleiri 100 fiskakassum, seta stólar upp og annars gera klárt til eitt megashow við E elski Førjar, sum skal vera ólavsøkukvøld kl. 19.30
Tiltakið er úrslit av samstarvi millum stuðlafelagið hjá Róðrarfelagnum Knørri, høllina á Hálsi og E elski Førjar.
Hugskotið kom tá tað var greitt, at tað sjálvt eftir 10 útseldar sýningar í Norðurlandahúsinum framvegis var gravgangur eftir atgongumerkjum til framførsluna hjá E elski Førjar. Síðani hevur ein rúgva av fólki arbeitt av kraft við at fáa alt upp at standa.
Atgongumerki til sýningina eru at fáa á Shell-støðunum. Verða atgongumerki eftir, verða tey seld við dyrnar ein tíma undan sýningini.