Føroyingar eisini í vanda

Yvirgangur er í dag størsta hóttanin imóti heimsfriðinum. Hóast Føroyar liggja sum eitt idyl í Norðuratlantshavi, so er yvirgangurin sanniliga eisini ein hóttan ímóti Føroyum, vóru greiðu boðini frá danska uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin

Fiskurin var svimjandi í havinum, vegir og tunnlar fingu frið, og kvinnur vóru kvinnur, tá danski uttanríkisráðharrin vitjaði í Føroyum um vikuskiftið.
Uttanríkisráðharrin hjá dønum, grønlendinum og føroyingum gjørdi ístaðin eina roynd at draga teppið undan tí føroyska kjakinum, og tað gjørdi hann við eini hóttan um terror.
Per Stig Møller var gestarøðari á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, og hann gav fundarfólkinum eina smakkiroynd av, hvat veruliga rør seg í heiminum í løtuni.
Meðan føroyingar áhaldandi kjakast um kvinnur, kloakkir, vegir og fisk, stendur yvirgangur ovast á breddanum alla aðrastaðni.
? Føroyar liggja sum eitt idyl í Norðuratlantshavi, men tit kunnu ikki melda tykkum úr heimssamfelagnum, sum tit gera tað í »Den Sorte Gryde« hjá William Heinesen, hóast tit kanska ynskja tað. Yvirgangur er størsta hóttanin ímóti heimsfriðinum ? lat ongan iva vera um tað ? og yvirgangurin er eisini ein hóttan ímóti Føroyum, segði Per Stig Møller sum grundgeving fyri, hví hann kom til Føroya at tosa um yvirgang.
Per Stig Møller hevur drúgvar royndir sum fyrilestrarhaldari, og hetta
kom greitt til sjóndar á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum.
Hann dugdi ótrúliga væl at greiða frá, og við fleiri góðum dømum úr føroyska samfelagnum megnaði hann væl at knýta Føroyar og yvirgang saman.
Og boðini frá danska uttanríkisráðharranum vóru greið. Føroyingar halda seg kanska liggja fjarskotnar og friðarligar úti í Norðuratlantshavi, men hetta er eingin trygd ella verja ímóti yvirgangi.
Per Stig Mølle vísti á, at gamaní eru Føroyar ikki eins nógv drignar inn í stríðið um yvirgang sum aðrar tjóðir, men kortini skulu føroyingar ikki kenna seg alt ov tryggar.
? Yvirgangurin rakar okkum øll á ein ella annan hátt. Tit eru ein sjómanstjóð, og hóttanin um yvirgang hevur hert trygdarreglurnar umborð, sum seinkar skipini og tann hátt eru tit ávirkaði av yvirganginum, sigur danski uttanríkisráðharrin.

Sundurbýttur yvirgangur.
Per Stig Møller heldur, at tað ber til at býta yvirgangin í tveir ymiskar bólkar. Hann kallar bólkarnar fyri ávikavist frælsisrørslur og ideologiskar yvirgangsmenn.
- Tú hevur tey, sum vilja vinna sær landaøki, tað verið seg frælsisrørslur, sum eitt nú í Kashmir, Tjekenia og Palestina. Soleingi hesir bólkar ikki drepa sivil fyri at røkka sínum málum, vil eg kalla hendan bólk fyri frælsisrørslur heldur enn yvirgangsbólkar. Í hinum borðinum hevur fólk, sum hava sett sær fyri at beina fyri vestligu mentanini og innføra koranina. Hetta slagið av yvirgangi er nógv vandamiklari enn tey, sum vilja vinna sær landaøki, heldur danski uttanríkismálaráðharrin.
Hann vísir, at tað er ómetaliga torført at basa yvirgangsbólkunum, sum fremja yvirgang av ideologiskum grundum.
-Tað ber til politiskt at loysa træturnar í Palestina, Tjekenia og Palestina, men hitt slagi av yvirgangi ber ikki til at loysa politiskt. Tað ber snøgt sagt ikki til at ringja til Bin laden fyri at finna út av, hvussu vit lokalisera ideologiska yvirgangin, sigur hann.
Danski uttanríkismálaráðharrin leggur áherðslu á, at hesar rørslur hava eittans endamál, og tað er okkara samfeløg ikki skulu virka til fulnar.
-Teir vilja hava, at vit skulu gerast bangin. Tá vit gerast bangin, tora vit millum annað ikki at ferðast, og tað er eitt stórt bakkast fyri okkara búskap og harvið okkara vælferð. Ideologisku yvirgangsmenninir vilja endurreisa muslimska ríkið frá miðøld. Álopið á Madrid í mars er eitt greitt tekin um hetta, tí yvirgangsmenninir eru ónøgdir um, at teir í 1492 vórðu tveittir úr Madrid, sigur hann
Per Stig Møller vísir á, at tað er nærum ógjørligt at fyribyrgja fyri sonevndu ideologiska yvirganginum, tí framferðarhátturin hjá hesum bólkum er ikki nýttur áður.
-Hesir bólkar arbeiða ikki gjøgnum ávísar statir, men heldur gjøgnum fleiri statir. Teir sláa eisini til í nógvum ymiskum londum, og tað ger tað ómetaliga tórført at spáa um, hvar teir sláa til, sigur danski uttanríkisráðharrin.


Loysnin
Hóast tað kann tykjast sum ein ovurhonds stór uppgáva, so ætlar Per Stig Møller ikk at fella í fátt og lata yvirgangin fáa fasturtøkur kring heimin. Eftir hansara meting eru tveir hættir at loysa trupulleikarnar upp á.
-Her og nú kunnu vit sláa hart niður á yvirgangin við at økja um trygdina við at herða marknaeftirlit og lutin hjá løgregluni. Hyggja vit meira langtíðar, so eru menningarhjálp og frihandil avgerandi fyri at basa yvirganginum, heldur gestarøðarin.
Hann vísti á, at í komandi ári verður WTO-fundur í Hong Kong, og hesin fundur fer at fáa avgerandi týdning í stríðnum móti yvirgangi.
-Vit mugu fáa tollmúrarnar burtur. Fáa vit framt tær broytingar, sum lagt er upp til á fundinum í Hong Kong, so verða á leið 600 mió. dollarar í umferð árliga kring heimin, og av hesum fara 400 mió dollarar at enda í menningarlondunum, og kann leggja gróðrarbotnin fyri veruligar búskaparligari menning í hesum londum, vísir Per Stig Møller á.
Hann heldur, at tað er av alstórum týdning, at menningarlondini sjálvi ynskja broytingar.
-Vit skulu sjálvandi inn í hesi lond at gera ábøtur og menna hesi lond, men initiativið má koma frá teimum sjálvum, vísir hann á.
Per Stig Møller sær tvær ymiskar framtíðarmyndir, hvat yvirgangið viðvíkur. Tann góða framtíðarmyndin er, at vesturheimurin megnar at basa yvirganginum, og at fríhandil sleppur at valda, so menningarlondini megna at koma á hædd við samfeløgini í vesturheiminum.
Tann ringa framtíðarmyndin er, at vesturheimurin ikki fær bilbukt við yvirgangin, og at hann harvið sleppur at breiða seg. Hendur tað, væntar danski uttanríkismálaráðharrin, at fleiri statir fara at kenna seg hóttar, og búskaparliga menningin fer at fáa eitt álvarsamt bakkast, har okkara vælferð verður álvarsliga hótt.
-Mít meting er, at megna vit ikki at fáa tamarhald á yvirganginum í hesum áratíggju, so beri eg stóran ótta fyri, at støðan verður ilt verri og yvirgangurin verður ógvusligari enn nakrantíð, væntar danskiuttanríkisráðharrin.


.