Føroyingar eiga nógvar góðar sangir

- Eg var eitt sindur kløkkur av, hvussu nógvar góðar sangir føroyingar eiga, sigur Fríðrik Ómar, sum í kvøld hevur konsert saman við Jógvan Hansen í Norðurlandahúsinum Jógvan Hansen og Friðrik Ómar geva nú út fløguna Vinaløg, har teir syngja kendar íslendskar og føroyskar poppsangir.

 

Hugskotið er, at Jógvan syngur 10 kendar íslendskar poppsangir, sum eru týddir til føroyskt, og Friðrik Ómar syngur 10 kendar føroyskar sangir, sum eru týddir til íslendskt.

 

Og í kvøld hava teir báðir útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Konsertin verður klokkan 19.30.

 

- Tað hevur verið sera stuttligt at syngja hesar sangirnar inn, og eg gleði meg sera nógv til at sleppa á pallin at syngja hesar sangirnar, sigur Friðrik Ómar.