Danskur ráðharri: Váðaráðið er ikki í samsvari við ábyrgdarbýtið millum Danmark og Føroyar.
Er tað í lagi, at føroyski fíggjarmálaráðharrin ikki verður kunnaður um støðuna í føroyskum bankum, fyrr enn ein banki hevur fíggjarligar trupulleikar?
Tann spurningin hevur Sjúrður Skaale – eftir samskifti við Fíggjarmálaráðið – tikið upp í fyrispurningi til danska vinnumálaráðharran.
Svarið er ein endurtøka av donsku støðuni: Hetta er danskt málsøkið, og Fíggjareftirlitið hevur stranga tagnarskyldu.
– Men føroyski fíggjarmálaráðharrin kann kortini fáa upplýsingar at nýta til kreppustýring.
Sum nakað óvanligt hevur ráðharrin í svarinum eisini eina viðmerking til eitt mál, sum hevur samband við spurningin, men sum tað ikki beinleiðis verður spurt um: Hann nevnir uppskotið hjá Kristinu Háfoss um Váðaráð og sigur, at tað ikki verður mett at vera í samsvari við ábyrgdarbýtið millum Danmark og Føroyar.
Svarið kann lesast HER.