Føroyingar eiga bóltin

Einasta málið í fyrra hálvleiki skoraði Klæmint A. Olsen, tá ið ein hálvur tími er farin

Teir eru farnir at hvíla seg suðuri í Pyneunum, har Andorra og Føroyar klokkan 14 fóru undir fótbóltslandsdyst.

Støðan er 1-0 til Føroyar. Málið skoraði Klæmint A. Olsen, tá ið ein hálvur tími var farin.

Tølini siga, at Føroyar hava verið greitt omaná.

Bólturin hevur 66 prosent av tíðini verið á føroyskum fótum.

Føroyar hava havt 259 sendingar, og Andorra hevur havt 97 sendingar.

Føroyar hava havt 224 neyvar sendingar, og Andorra hevur havt 62 neyvar sendingar.

Tá ið føroyingar fyri tveimum árum síðani vóru í Andorra, spældi heimaliðið ógvuliga ófantaliga.

Í dag hevur tað ikki verið soleiðis. Í fyrra hálvleiki hava føroyingar gjørt 10 fríspørk, meðan heimamenninir hava gjørt seks fríspørk.

Tað oysregnar, og hitastigini eru 22.

Serliga eyðsýndur á føroyska liðnum í fyrra hálvleiki hevur miðvallarin Brandur Hendriksson Olsen verið. Við útgangsstøði í vinstru hevur hann skipað føroyska álopsspæli. Heimaliðið hevur verið rættiliga aftarlaga, og føroysku vongverjarnir Jóannes K. Danielsen og Viljormur Davidsen hava verið sera framrættaðir.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen – Klæmint A. Olsen, Patrik Johannesen