John Johannesen og Magnus Dam
Keypmannahavn
Orðadrátturin millum danska forsætisráðharran og landsstýrið seinastu dagarnar fer uttan iva at seta sín dám á samráðingarfundin, sum verður settur í forsætisráðnum klokkan 14 seinnapartin.
Orð sum sjálvsagerðarrættur, tjóð, "sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt" og onnur orð, sum hoyra heima í lógbókunum fara at verða vend og snarað, til partarnir einaferð eru lidnir við samráðingarfundin og eftir ætlan fara á felags tíðindafund.
Landsstýrið hevur áðrenn samráðingarnar sagt, at Poul Nyrup Rasmussen má svara greitt uppá, um hann virðir rættin hjá føroyingar at avgera sína egna lagnu.
Poul Nyrup Rasmussen hevur alla tíðina sagt, at tað verða føroyingar sjálvir, sum á einari fólkaatkvøðu gera av, um vit skulu hava fullveldi ella ikki. Og tá ið Sosialurin spurdi hann nærri um hesi viðurskifti í gjár, var hann eins avgjørdur og hann altíð hevur verið.
- Einki er broytt frá mínari síðu. Sjálvsavgerðarrætturin liggur hjá føroyingum, staðfesti hann. Hann heldur kortini, at tað er stórur munur á tí, sum verður rópt eitt "sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt" og so tað, at eitt fólk hevur sjálvsavgerðarætt.
- Fólkarættarliga er tað soleiðis, at Føroyar eru eitt "sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt" í tí løtu, at Føroyar eru ein suverenur statur. Vit hava alla tíðina sagt, at fullveldissamráðingarnar ikki í sjálvum sær merkja, at vit viðurkenna Føroyar sum ein suverenan stat. Hetta er rættiliga grundleggjandi. Men tað broytir kortini ikki tað sannroynd, at tað er føroyska fólkið sjálvt, sum avgerð, um tað vil hava Føroyar at verða ein suverenan stat. Stórur munur er á hesum báðum hugtøkunum, og eg haldi, at tað er skeivt at tvinna tey saman, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
Fleiri samgongupolitikkarar hava ákært donsku stjórnina fyri at vilja draga samráðingarnar út. Men hetta hevur Poul Nyrup Rasmussen ongar ætlanir um.
- Eg fái nógvar ákoyringar á vegnum. Men eg kann lova tykkum, at eg, eins og løgmaður, ynski at gera so stór framstig sum gjørligt. Men eg síggi tað sum mína uppgávu at syrgja fyri, at øll viðurskifti verða gjølla viðgjørd, so bæði føroyingar og danir vita nágreiniliga, hvørjar skyldur og rættindi hvør teirra hevur, tá ið samráðingarnar eru lidnar.
- Vit eru komin nakað ávegis, men enn er langt eftir á mál. Nógv stór umráði eru eftir at frá greiðu á, og eg havi einki ímóti, at vit á fundinum í morgin gera støðuna upp, so vit síggja hvat nú restar í.
Poul Nyrup Rasmussen roknar tískil við, at tað mugu vera fleiri fundir afturat millum landsstýrið og stjórnina, áðrenn málið er rokkið. Og harafturat heldur forsætisráharrin, at tað skulu vera fleiri fundir afturat millum teir einstøku ráðharrarnar eins og fundurin mánadagin millum Frank Jensen og Høgna Hoydal.
Heldur tøvandi legði forsætisráðharrin afturat, at hann samstundis heldur, at landsstýrið eigur at umhugsa, um partarnir skulu halda fram eftir sama leisti ella um samráðingargrundarlagið skal broytast.
- Fyrr ella seinni mugu vit gera búgvið upp og velja, hvat vit skulu gera. Skulu vit halda fram ella skulu vit royna okkurt annað, sigur forsætisráðharrin.
Um hann heldur, at tann tíðin er komin nú ella ikki, vil forsætisráðharrin ikki svara uppá.
- Eg vil ikki kroysta mótpartin til at taka eina avgerð, sum hann ikki er til reiðar at taka.