Á nýggjárinum kom ein nýggj dátuverndarlóg í gildið, sum ávirkar bæði teg og meg sum einstaklingar, men eisini nógvar føroyskar fyritøkur. Men tað kann kanska vera trupult at skilja, hvat vendir upp og niður í nýggju lógini. Men hjá Formula og Elektron vita tey væl, hvat og hvussu.
– Tað hevur týdning fyri Føroyar, at vit hava somu lóggávu sum londini rundan um okkum, soleiðis at vit kunnu varðveita góðkenningina sum trygt triðjaland, sigur Tanja Lið, trygdarfólk á Elektron.
– Endamálið við lógini er, at verja rættindini hjá teim skrásettu, tær og mær, soleiðis at fyritøkur, stovnar og myndugleikar ikki ótilvitað skráseta og viðgerða persónupplýsingar uttan nøktandi heimmild og hesi rættindi eru væl lýst í lógini, sigur Robert Vilhelmsen, sum er KT-trygdarleiðari hjá Formula.
Dátuverndarlógin eigur at verða tikin í álvara.
– Tað er umráðandi, at fyritøkur, myndugleikar og almennir stovnar taka nýggju dátuverndarlóggávuna í álvara við at seta seg væl inn í lógina og taka ábyrgd samsvarandi henni, sigur Robert Vilhelmsen, og Tanja Lið er samd:
– Eitt møguligt brot á dátuvernd kann hava við sær avleiðingar fyri skrásetta, fyri fyritøkuna og umdømið hjá fyritøkuni, sigur Tanja Lið.
Les meira um dáturverd í blaðnum Vinnan, sum er komið út við nýggjasta Sosialinum.











