Tað kann ikki verjast, at sivilfólk liva í djúpastu armóð, samanstúgvað og innibyrgd, og síðani verða bumbað og skotin frá hond, sigur formaðurin í Tjóðveldi um støðuna í Gaza Føroyingar eiga at fordøma blóðbaðið í Gaza
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, eftir at føroyski uttanríkisráðharrin ikki vil taka eina greiða støðu í málinum.
- Føroyar eiga sjálvsagt at fordøma allari terrorismu, har álop og dráp á sivilfólk og børn verða framd til tess at vinna sær politiska støðu og vald. Og hetta uttan mun til, um talan er um yvirgang frá politiskum og religiøsum bólkum, ella talan er um statir, ið fremja yvirgang, sigur Høgni Hoydal,sum er fyrrverandi uttanríkisráðharri.
- Tað kann ikki undir nøkrum umstøðum verjast ella burturforklárast, at sivilfólk liva í djúpastu armóð, samanstúgvað og innibyrgd ? og síðani verða bumbað og skotin frá hond í túsundatali. Omanfyri 500 sivilfólk dripin, harav meira enn 200 børn! Tað er ófatiligt, at tað skal bera til í 2008, at heimurin hyggur at, meðan hetta gongur fyri seg.
- Hetta er kríggj og yvirgangur við ongum vinnara, uttan kanska trongskygdum partapolitikki og krígsídnaðaráhugamálum. Tapararnir eru sjálvandi fyrst og fremst tey tey fólk, ið verða rakt á báðum síðum. Og tapararnir eru í øðrum lagi heimsfriðurin og mannaættin øll, sigur formaðurin í Tjóðveldi.










