Í dag eiga føroyingar eiga 1,7 milliard, netto, í útlendskum gjaldoyra.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.
Niðurstøðan hjá Hagstovuni er, at búskaparligt rásarrúm er í Føroyum.
- Hóast gjaldsjavnin helst hevur eitt hall á umleið hálva milliard í fjør, verður nettoognin í útlendskum gjaldoyra mett til at vera 1,7 milliard krónur í dag. Gjaldsjavnahallið í fjør stavar í høvuðsheitum frá óvanliga stórum íløgum í skip og flogfør á umleið eina milliard krónur.??
Í 2011 var gjaldsjavnaavlopið 1.043 milliónir krónur og tað er 232 milliónir ella 22% størri enn í 2010.
Bæði í 2010 og 2011 keyptu vit meiri av vørum og tænastum úr útlondum, enn vit seldu fyri.
Í 2011 var hetta hallið á vøru- og tænastujavnanum 222 millónir krónur størri enn í 2010.
Inntøkuflytingar, herundir serstakliga ognarinntøkur, vuksu 186 milliónir krónur og rakstrarflytingar vuksu 269 milliónir krónur har bróðurparturin stavar frá endurtryggingargjøldum úr útlondum.
Ogn og skuld?Føroyska nettognin í útlendskum gjaldoyra var gott 2,2 milliardir krónur í 2011.
Hetta svarar til 17% av BTÚ. Til samanberingar var nettoogn Danmarkar 24% og Finnlands 16% av BTÚ í 2011.
Tann almenni geirin og vinnufyritøkur hava eina nettoskuld á ávikavist 2,1 og 2,4 milliardir, meðan fíggjarfyritøkur og húsarhaldini hava eina nettoogn á ávikavist 5,8 og 1 milliard í 2011.
Nettoognin á gott 2,2 milliardir kr. í 2011 er samansett av eini samlaðari skuld til útlond á 17 milliardir krónur, samstundis sum vit eiga 19,2 milliardir krónur uttanlands. ?
Av hesum, eiga útlendingar fyri 243 milliónir í føroyskum fyritøkum og føroyingar eiga fyri 1,1 milliard í útlendskum fyritøkum.
Útlendingar eiga fyri 639 milliónir krónur í føroyskum partabrøvum og føroyingar eiga fyri 1,8 milliard í útlendskum partabrøvum. Lánsbrævaskuldin til útlond er 4,3 milliardir, meðan útlendingar skylda okkum 10,3 milliardir.
- Vit eiga fyri gott og væl fýra milliardir netto hjá útlendskum vørukreditorum og peningastovnum.
Lániskuldin í 2011 er netto 9,7 milliardir kr., og er hetta 1,5 milliardir minni enn í 2010, sigur Hagstovan.










