Føroyingar egna seg væl til inniróður

Tað hevði sjálvandi verið stuttligari fyri føroyska rógving, um Sverri Sandberg Nielsen róð fyri Føroyar og føroyska rógving, men heimsmeistaraheitið hjá miðvinginum staðfestir, at føroyingar fara at eiga virkan leiklut í heimselituni í inniróðri næstu árini, heldur formaðurin í Róðrarsambandinum

Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, er ovurfegin.
- Hetta hevur ótrúliga nógv at siga fyri føroyska rógving. Tað er sera týdningarmikið at hava fyrimyndir, sum røkka tindunum, er fyrsta viðmerkingin.
Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági fór frá øllum undir heimsmeistarakappingini í bólkinum ‘Junior Men’ í gjár. Undan kappingini hevði hann næstbestu tíðina í heiminum. Við eftir einum flottan endaspurt kom hann fyrstur á málið og kundi lata seg heiðra sum heimsmeistari.
- Tað eru slík úrslit sum kveikja altjóða áhuga fyri føroyskari rógving, vísir Jan Herman Hansen á.

Róð fyri Danmark
Róðrarsambandið hevur sent fleiri rógvarar til kappingar uttanlands í inniróðri seinastu árini. Tað ábyrgdina hava ovastarnir í føroyskari rógving nú latið einstøku feløgunum. Feløgini hava raðfest hetta økið høgt í sínum fyrireikingum til kappróðrarárið, sum stendur fyri framman. Tí róð Sverri Sandberg Nielsen fyri Team Danmark í gjár.
Spell, heldur formaðurin í Róðrarsambandinum. Tað hevði sjálvsagt verið stuttligari um føroyska Merkið veittraði undir liðini á gullvinnaranum. Hóast tað, so er tað eitt stórt úrslit fyri føroyska rógving.
- Føroyingar eru væl egnaðir til inniróður. Tað minnir nógv um at rógva í føroysku kappróðrarbátunum, og tað er ein greiður fyrimunur at hava royndir frá føroysku bátunum. Føroyingar eru knáir í inniróðri, og eg ivist í, at vit eiga ein virknan leiklut í heimselituni í inniróðri næstu nógvu árini, sigur Jan Herman Hansen, sum leggur afturat, at fleiri føroyingar standa einki aftan fyri onnur lond.