Í fjør drukku føroyingar eitt sindur minni enn í 2015.
Tað sæst í eini nýggjari uppgerð hjá Rúsdrekkasølu landsins. Uppgerðin vísir, at í fjør drakk hvør føroyingar yvir 15 ár 6,3 litrar av reinum alkoholi í miðal, og tað er 0,1 litur minni enn í 2015.
Tølini umfata rúsdrekka, sum er selt í Rúsuni, og ølið, sum føroysku bryggjaríini selja sjálvi. Tollfrí søla er sostatt ikki við í uppgerðini.
Men sum heild er nýtslan av reinum alkoholi ikki veksandi, heldur tvørtur ímóti, tí síðani Rúsan kom í 1992, hevur nýtslan verið eitt vet hægri.
Vanliga hevur hon verið upp ímóti sjey litrum av reinum alkoholi um árið í miðal fyri hvønn føroying yvir 15 ár, og okkurt einstakt ár, hevur nýtslan verið beint yvir sjey litrar.
Tað vísir seg, at tað er nýtslan av sterkum rúsdrekka, sum er minkað. Í 2015 drukku føroyingar 1,8 litrar av reinum alkoholi, men tað minkaði niður í 1,7 litrar í fjør. Og so lág hevur nýtslan av sterkum rúsdrekka ongantíð verið áður, í hvussu so er ikki síðani 1970.
Annars er nýtslan av vínið vaksin, og sum heild drekkur hvør føroyingur yvir 15 ár meiri enn ein litur meiri av víni nú í miðal um árið, enn fyri nøkrum árum síðani. Men seinstu fýra árini hevur nýtslan staðið á stað á 1,5 litrum av víni í miðal fyri hvønn føroying yvir 15 ár.
Annars drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 3,1 litur av øli í miðal í fjør og tað er tað sama sum í fjør. Tað er eisini áleið sum tað plagar at vera, tí seinastu árini hevur nýtslan ligið um 3,0 og 3,4 litrar av øli í miðal um árið fyri hvønn føroying yvir 15 ár.