Føroyingar í dreymalandi

Føroyska landsliðið kom til Reykjavíkar seinnapartin fríggjadagin. Síðani hava tríggjar venjingar verið í høllini í Kópavogi, har landsdysturin verður klokkan 16 í dag. Allir teir føroysku spælararnir eru væl fyri, og tað hevur rættuliga vakt ans í føroyska ferðalagnum, hvussu góðar umstøðurnar til fótbólt eru í høllini, har dysturin verður í dag:

- Hetta kennist næstan sum eitt dreymaland fyri okkum. Íslendingar hava níggju fótbóltshallir, og tað skapir sjálvandi fyritreytir fyri menning, sum vit ikki enn hava heima hjá okkum, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá landsliðnum.

Tað hevur verið tosað um fótbóltshallir í Føroyum, men enn er hetta ikki vorðið meiri enn til tos, og í løtuni er ongin ítøkilig ætlan um fótbóltshøll í Føroyum.

Tað er pláss fyri túsund áskoðarum í Kórinnhøllini í Kópavogi, og tað verður ikki roknað við, at høllin verður fullsett seinnapartin.

Áhugin hevur ikki verið serliga stórur fyri grannauppgerðini í íslendsku miðlunum, men dysturin seinnapartin verður sendur beinleiðis í íslendskum sjónvarpi.