Tað hevur verið ein greiður tendensur seinastu árini, at sølan av spiritus minkar, sølan av víni veksur, meðan sølan av øli stendur í stað Tað er ein greiður politiskur vilji, at føroyingar skulu drekka veikari løg.
Rúsdrekkapolitikkurin ásannar, at tú kanst ikki fáa allar føroyngar at gerast avhaldsmenn, men miðað verður ímóti at føroyingar skulu í alsamt vaksandi mun ganga burtur frá sterku brennivínunum til veikari løg so sum vín ella øl.
Og tann politikkurin hevur eydnast.
- Heilt síðani Rúsdrekkasøla Landsins lat upp í 1992 hevur tendensurin verið tann, at sølan av spiritus minkar, vínið veksur og ølið stendur í stað, sigur Rúni Herup Olsen, innkeypsleiðari í Rúsuni.
Nú er so eitt fjórða slag av rúsdrekka komið inn í myndina, og tað er eitt slag, ið gerst alsamt betriumtókt. Talan er um cider, ið mest kann samanlíknast við sodavatn við alkoholi í.
- Vit byrjaðu at selja cider í oktober 2007, so hagtølini fyri tað árið eru lítið samanberilig við 2008 og 2009. Í juli 2008 komu so fleiri sløg til, eitt nú Sommersby, og tað eru serliga hesi sløgini, sum selja, sigur Rúni Herup Olsen.
- Í 2008 seldur vit tilsamans 16.519 litrar av cider, meðan sølan higartil í ár er 58.707 litrar. Og har kann so nevnast, at sølan at tí sterka cider?inum er 580 litrar, sigur Rúni Herup Olsen.
Viðvíkjandi spiritus, er sølan í støðugari minking. Higartil í ár hevur Rúsan selt 190.329 litrar av spiritus móti 193.833 litrar sama tíðarskeið í fjør, svarandi til smá 2%.











