Í Løgtinginum í morgin fer Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, av innasta hjarta at atkvøða ímóti at tað skal verða loyvt at bryggja brennivín í Føroyum. Hann heldur tvørtur ímóti, at rúsdrekkalógin skal herðast, men hann viðgongur samstundis, at hann er avvápnaður.
- Føroyingar drekka ov illa, staðfestir hann.
Tí vil hann ikki hoyra talan um, at vit skulu bryggja brennivín í Føroyum.
Hann vil heldur ikki hoyra talan um, at avtaka hámarkið upp á 5,8% fyri øl.
Men tað er akkurát tað, sum Løgtingið skal atkvøða um í morgin.
- Eg haldi, at rúsdrekkalógin eigur at verða herd, so at bryggjaríini ikki skulu sleppa at selja av egnari goymslu, men at alt skal seljast í Rúsuni.
Kanska skulu aðrar herðingar eisini gerast, men hann dugir ikki beint nú at siga, hvørjar.
- Prísurin og atkomuligheitin hava stóra ávirkan á nýtsluna og tí haldi eg, at alt skal seljast í Rúsuni og at bryggjarísølan skal bannast, leggur hann afturat.
Hvørja lagnu, uppskotið fær í morgin, dugir hann ikki at siga, men tað er als ikki sagt, at tað verður felt.
- Tað kann eisini verða samtykt, heldur Alfred Olsen.
Og tey, sum vilja hava tað samtykt, leggja kanska sítt álit á, at ongin meirilutasamgonga er nú.
Hetta málið hevur verið frammi fyrr, men tá hava Jógvan á Lakjuni og aðrir samgongulimir gjørt tað til eitt samgongumál og hava noktað fyri, at tað verður samtykt.
- Tann møguleikin er ikki til staðar longur, sigur Alfred Olsen.
Hann staðfestir eisini, at ein sambandsmaður, Magni Laksáfoss, er ein av uppskotsstillarunum og ein annar Sambandsmaður, Bjørn Kalsø, hevur tikið undir við málinum.
- Eg eri avvápnaður, staðfestir Alfred Olsen.