Fólkaheilsuráðið hevur greinað tølini um matvanar hjá føroyingum úr stóru fólkaheilsukanningini frá 2019 “Hvussu hevur tú tað?”, har heili 3000 vaksnir føroyingar tóku lut.
Ein av spurningunum í kanningini var um, hvat fólk drekka í gerandisdegnum. Tá verður ikki spurt um drykkir við alkoholi, men gerandisdrykkir uttan alkohol.
Tað, fólk drekka mest av dagliga, er vatn. 88,2 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey drekka vatn dagliga. 66,4 prosent søgdu, at tey drekka kaffi dagliga, og 57,9 prosent søgdu, at tey drekka te dagliga.
9,2 prosent av føroyingum drekka sodavatn ella aðrar drykkir við sukri hvønn dag. 6,8 prosent drekka sukurfrítt sodavatn hvønn dag. Kanningin vísti, at tey yngru drekka meira sodavatn enn tey eldru, og fólk í Suðuroy og Sandoy drekka oftast sodavatn við sukri.











