Hesi seinastu árini eru føroyingar farnir at drekka alsamt meiri øl og vín. Og tey nýggjastu tølini frá Rúsuni vísa, at árið í fjør var einki undantak.
Uppgerðin vísir nevniliga, at í fjør er nýtslan av øli og víni vaksin, ímeðan nýtslan av brennivíni stendur í stað. Tølini fevna um alla søluna hjá Rúsuni og føroysku bryggjaríunum. Øll tann tollfría sølan er sostatt ikki tikin við í uppgerðini.
Sum vit skrivaðu hendan dagin, vísa tølini hjá Rúsuni, at í miðal drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 6,5 litrar av reinum alkoholi. Hetta eru 0,2 litrar meiri enn í 2016, og nýtslan í fjør er tann mesta síðani 2012, tá ið nýtslan var 6,6 litrar.
Tá ið nýtslan av sterkum brennivíni var upp á tað mesta, var hon heilar 3,9 litrar fyri hvønn føroying yvir 15 ár, tá ið brennivínið var roknað um til reint alkohol.
Les meiri um tað her: Føroyingar hava drukkið eitt lítið sindur meir
Men yvirhøvur er nýtslan minkað spakuliga hesi seinastu árini – serliga hesi seinastu tíggju árini – og í fjør var nýtslan av brennivíni 1,7 litrar fyri hvønn føroying yvir 15 ár, tá ið nøgdin var roknað um til reint alkohol.
Hinvegin hevur gongdin í nýtsluni av víni verið tann øvugta, tí í dag drekkur hvør føroyingur yvir 15 ár, tríggjar ferðir so nógv vín, sum hann gjørdi, tá ið Rúsan varð sett á stovn í 1992.
Í 1993 drakk hvør føroyingur 0,5 litrar av víni, tá ið tað varð umroknað til reint alkohol, men síðani er tað vaksið javnt og samt og í fjør drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 1,6 litrar av víni og sostatt drekkur hvør føroyingur yvir 15 ár, tríggjar ferðir so nógv vín í dag, sum fyri 25 árum síðani.
Gongdin í nýtsluni av ølið hevur ikki verið heilt so eyðsýnd, men í 1993 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 2,8 litrar av øli, men í fjør drakk hann 3,2 litrar.