Føroyingar darla aftaná

Føroyska feðavinnan er ikki so væl fyri sum tann íslendska, tá talan er um at fáa politikararnar at skilja, hvørjir møguleikar eru í vinnuni, heldur sjtórin á Ferðaráð Føroya

Í Føroyum stendur ikki so væl til við almennum játtanum til at stuðla ferðavinnuna við, sum tað ger í Íslandi, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya.
Heldur er tað soleiðis, at útlit eru fyri, at játtanin fer at minka næsta ár, hóast biðið er um eina hækking, sigur hann.
Heri Niclasen er kunnugur við gongdina í íslendsku ferðavinnuni, sum hann eins og íslendski starvsbróður hansara, Magnus Oddsson, er ivaleysur í stavar frá teimum pengum, íslendskir politikarar lata ferðavinnuni.
Men í Føroyum er ikki so, hóast grundgevingarnar skuldu verið júst tær somu sum hjá íslendingum. At vit eiga at stuðla ferðavinnuni sum eini alternativari vinnu, nú onnur vinna sær út til at standa fyri hóttafalli.
Íslendska modellið, har ferðaráðið fær sama krónutal at stuðla lýsingarátøkum við, sum vinnan sjálv leggur pengar í, heldur hann vera eitt frálíkt tiltak, sum eisini hjá okkum hevði givið inntøkur, eins og tað ger í Íslandi. Pengarnir høvdu havt dupulta effekt, heldur Heri Niclasen.
Men hann ásannar, at hóast biðið er um hægri játtan upp á einar tvær milliónir krónur, er heldur sannlíkt, at játtanin næsta ár fer at lækka enn at hækka.
?Tað er rættilga harmiligt, at forstáilsið fyri vinnuni ikki er betri enn so, heldur Heri Nicalasen. Vit eru júst í ferð við at satsa upp á ferðavinnuna, og tí skuldi tað verið sjalvsagt, at eisini tann politiski myndugleikin var við til at stuðla hesi alternativu inntøkukeldu hjá landskassanum.
Føroyingar hava seinnu árini gjørt risastórar íløgur í flutningsstól. Bæði á sjógvi, á landi og í luftini.
Vit hava gjørt undirsjóvartunlar, ferjulegur og nýggjar ferjur. Smyril Line hevur fingið eitt spildurnýtt, stórt ferðamannaskip, og Atlantsflog hevur økt flotan til 300 prosent eftir fáum árum. Men vit gera ov lítið fyri at fáa fremmandafólk hendanveg at brúka allar hesar møguleikar, vit hava.
?Vit eiga at gera sum íslendingar og satsa upp á ferðavinnuna júst nú, staðfestir Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya.