Føroyingar í Danmark kunnu brævatkvøða til fólkatingsvalið

- Mælt verður til at atkvøða skjótast til ber, sigur Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

 

5. juni verður fólkatingsval í Danmark. Føroyingar, sum hava bústað í Føroyum, men eru staddir í Danmark og ikki kunnu atkvøða í Føroyum tann 5. juni, hava møguleika fyri at brævatkvøða í Danmark. Tað ber til at brævatkvøða frá 15. mai.

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark heitir á hesar føroyingar at skunda sær.

- Mælt verður til at atkvøða skjótast til ber, tí atkvøðurnar skulu vera frammi á valstaðnum áðrenn kl. 9.00 valdagin. Tú kanst atkvøða á Borgerservice í teirru kommununi, har tú ert staddur. Tú skal hava samleikaprógv (pass ella koyrikort) við.

Føroyskir sjúklingar, sum eru innlagdir í Danmark, kunnu brævatkvøða á sjúkrahúsinum.