Føroyingar í Christiansborg rundt 2016

Danska svimjisambandið skipar í morgin fyri árliga Christiansborg Rundt, við luttøku av føroyingum. Hetta er 2 kilometra kappsvimjing í kanalunum runt stjórnarbygningin í Keypmannahavn, umframt at lið kunnu luttaka í sokallaðu Krüger-stafettini, á 4 ferðir 500 metrar. Hetta skrivar svimjing.com

 

Í øllum førum 3 føroyskir svimjarar luttaka í kappingini.Alvi Hjelm, Óli Mortensen og Frans Johannesen skulu allir svimja í skjótasta riðilinum fyri harrar. Fyrsti riðil byrjaði klokkan 10.00 danska tíð, men føroysku svimjararnir svimja ikki fyrr enn út á dagin.

 

3600 luttakarar skulu svimja teir 2 kilometrarnar, harav 3300 luttaka sum einstaklingar og eini 300 luttaka í liðsvimjingini. Svomi verður í riðlum við 65 svimjarum og kappast verður bæði í aldursbólkum við 5 árgangum (undir 18, 18-24 ár, 25-29 ár osv.) og um at vera skjótast av øllum.