Føroyingar á Christiania hóskvøldið

The Bait og MonkeyRat spæla konsert á Christiania Børneteater hóskvøldið. Tveir bólkar mannaðir við føroyingum spæla konsert á Christiania Børneteater hóskvøldið.

Hóskvøldið 5. maj er aftur høvið at hoyra MonkeyRat og The Bait í Keypmannahavn. Føroyingar eru oddafiskar í hesum bólkum.

Klokkan 22:00 spæla The Bait egar sangir við Róin Siggertson, lead vokal og trummur, Sune Fey, gittar og vokal, og við nýggja kvinnuliga bassleikaranum og vokalistinum Britt Erdmann.

Klokkan 23:30 spæla MonkeyRat við Anna Iachino, lead vokal, Arnold Ludvig, bass og vokal, Alain Apaloo, gittar, og Jens Stoklund, trummur.

MonkeyRat hava nýggjar sangir á skránni, sum koma út á næstu fløgu bólksins næsta ár.

Millum annað fer roWan (Róin Siggetsson), saman við MonkeyRat, at syngja nýggjar sangir, umframt nummar 1 singlina, Pastel Shades.

MonkeyRat sangurin, A Heart, feat. Deborah, liggur beint nú nummar eitt aðru viku á rað, CB Føroya á Chartbase, almenna føroyska hittlistanum í Danmark.