Í hesum døgum er Alina Yuliana Axiniei úr Rumenia á vitjan í Føroyum.
Alina er deildarleiðari hjá Reyðakrossi í Uricani, har barnaheimið Betania er, sum føroyingar stuðla. Alina undirvísir í matimatikk á skúlanum í býnum.
Alina er kend millum føroyingar. Hon hevur í mong ár verið tulkur hjá ferðaliðum, sum eru farin til Rumenia við t.d. klæðum og øðrum neyðsynjarvørum. Eftir summarferiuna byrja føroyingar ein skúla fyri 50 sigoynarabørn í Tirgu-Jiu í Rumenia, har Alina er tann sum samskipar arbeiðið.
Mikukvøldið kl. 20 verður Alina á møtinum í Ebenezer, har hon greiðir frá, hvussu hon upplivir tann stuðul og hjálp, sum samkomurnar í Føroyum hava veitt fólkinum í økinum, har hon býr. Eisini greiður hon frá stóra tørvinum í landinum.