Í mong ár hava føroyingar í Grønlandi skipað fyri og rikið eitt leguhús nakað sunnanfyri Nuuk. Síðsta ár var so farið undir at byggja eitt leguhús har suðuri í landinum.
Hetta nýggja leguhúsið er nakrar tímar við báti frá Qaqortoq - Juliannehåb - har føroyskir trúboðarar hava virkað í mong ár.
Fyrr í hesum mánaðinum fóru fyrstu arbeiðsmenninir yvir aftur til Grønlands, og ætlandi verður arbeitt fram til endan av august.
Úr Kristnastovu í Keypmannahavn verður sagt, at haðani hava fýra mans bjóðað sær til at fara yvir at hjálpa til í summar.










