Føroyingar í Bretlandi og Íslandi kunnu greiða atkvøðu til fólkatingsvalið við brævatkvøðu.
Sendistovur Føroya í London og Reykjavík vilja við hesum kunngera, at føroyskir útisetar, ið eru skrásettir á vallista fyri minni enn tveimum árum síðani, hava rætt til at greiða brævatkvøðu til danska fólkatingsvalið, ið verður 15. september 2011.
Fyri útisetar búsitandi í Bretlandi ber til at atkvøða á donsku sendistovuni í London ella á einum av konsulátunum hjá Danmark í Bretlandi.
Í Íslandi ber til at atkvøða á donsku sendistovuni í Reykjavík . Fyri at tryggja, at atkvøðan kemur fram rættstundis, verður mælt til at atkvøða í seinasta lagi á middegi fríggjadagin 9. september 2011.
Til ber at lesa meira um krøvini til valrætt og mannagongd á www.mfa.fo, sigur Uttanríkisráðið










