Føroyingar brúka meiri pengar

Nýtslan hjá vanligu húsarhaldunum í Føroyum veksur alsamt

 

Nýtslan hjá føroyskum húsarhaldum veksur alsamt - í hvussu so er í pengum, tí verður hugsað um prísvøksturin, er ikki sagt, at vøksturin er so stórur.

 

Tað staðfestur Hagstovan í eini nýggjari uppgerð.

 

Hagstovan vísir á, at í fjør brúktu føroysku húsarhaldini fyri 1.338 milliónir krónur í innfluttum vørum og tað er sjey prosent meiri enn í 2015.

 

– So stórur vøkstur hevur ikki verið síðani 2007, tá innflutningurin hjá húsarhaldunum seinast var í hæddini.

 

Verður nýtslan av innfluttum vørum í fjør, samanborin við 2007, hevur vøksturin verið níggju prosent síðani tá.

 

Tað vísti seg, at tey trý árini eftir 2007, tað vil siga í 2008, 2009 og í 2010, minkaði innflutningurin hjá húsarhaldunum, næstan 500 milliónir, men síðani er hann vaksin spakuliga aftur.

 

Men verður lagt upp fyri prísvøkstrinum hesi seinastu 10 árini, er helst ikki talan um stóran vøkstur samanborið við 2007, leggur Hagstovan afturat.

 

Men í hesum sambandi skal eisini havast í huga, at nýtslan hjá húsarhaldunum er væl størri enn hetta. Her er nevniliga bara talan um innfluttar vørur, men so kemur alt tað afturat, sum føroysk húsarhald brúka av vørum og tænastum, sum eru framleidd í Føroyum.