Føroyingar blóðdálkaðir á altjóða ráðstevnu

Føroyingar eru villmenn, og nógva kyksilvurið í kroppinum ger, at teir ikki hava sálarligt yvirskot til at steðga grindadrápi. Hetta varð borið fram á einari stórari altjóða ráðstevnu fyri læknar í USA herfyri. Kate Sanderson, fulltrúi á uttanlandsdeildini, er skelkað og vil hava føroyskar læknar at gera vart við seg

Á einari vísindaligari læknaráðstevnu í Washington D.C. fyri læknar fyri einum góðum mánaði síðan, vóru føroyingar hunddálkaðir og lýstir sum blóðtystir barbarar.
Tað gongur fram av eini grein í síðsta vikublaðnum hjá donskum læknum, Ugeskrift for Læger, sum Claus Hencke, serlækni í Lyngby, hevur skrivað.
Tað er aftur føroyska grindadrápið, sum fær útlendsku sinnini í kók. Claus Hencke sigur seg sum lækna í 30 ár hava fingið harða húð og nógv skal til, áðrenn hann verður kensluliga raktur. Men á ráðstevnuni í Amerika græt hann saman við fleiri øðrum av luttakarunum. Orsøkin var, at føroyingar vóru tiknir fram sum dømi um, hvussu stóran skaða kyksilvur kann gera á fólk.

Aggresiv atferð
Á síðsta degnum sótu 250 læknar og lurtaðu eftir Dr. Richard Fischer frá International Academy of Oral Medicine and Toxicology. Fischer legði fram fleiri vísindalig prógv fyri, at »dental amalgam« er størsta keldan til kyksilvurstrongd.
Fiskur er eisini ein kyksilvurkelda, segði Dr. Fischer, og fyri at prógva, at kyksilvur ávirkar okkara sinni og skapar serliga aggresiva atferð, vísti hann ein videofilm av, hvussu harðrendir føroyingar gerast í grindadrápi. Dr. Fischer helt fyri, at høga mongdin av kyksilvuri í føroyingum var orsøk til, at teir ikki hava sálarligt yvirskot til at steðga hesum elligamla offurrituali.
Áhoyrarnir vórðu sjónliga skelkaðir, og fleiri læknar grótu, sigur danski læknin Claus Hencke, sum sjálvur kallar hesa sýning fyri »en demonstration af middelalderlig, skånselsløs, barbarisk blodrus over for vore marine medskabninger«. Fyrilestrarhaldarin mátti bróta filmin av við at siga, at tað, sum nú kom, fór at vera ov ógvusligt at síggja. Teir fýra donsku læknarnir á ráðstevnuni hugdu sambært Claus Hencke niður í gólvið av berari skomm av at vera í ríkisfelagsskapi við teir barbarar, sum vórðu sýndir fram í filminum.
? Grindadráp fer í dag ikki fram av neyð ella svongd. Føroyingar hava á ongan hátt brúk fyri hesum kjøti, og tað hevur ongan týdning fyri búskapin. Eingin onnur orsøk er til hendan villskap, enn at tað er ein rituell siðvenja. Her er tað bara gjørt um til ein groteskan fólkafest, sum endar í ekstatiskum blóðrúsi, sigur Claus Hencke í vikuskriftinum fyri læknar.
Og hvat kemur tað so læknum við? spyr hann: Jú, teir eru humanistar og hava skyldu til at siga frá, at grindadráp eigur ikki at koma fyri í einum landi, sum vil kalla seg siviliserað.

Skelkað Sanderson
Kate Sanderson, fulltrúi á uttanlandsdeildini í Tinganesi, hevur um nakar vart føroyskt grindadráp uttanlands. Hon kennir ikki til hetta málið, men verður skelkað um útsagnirnar hjá Richard Fischer, tá vit leggja tær fyri hana.
? Eg áni ikki, hvør hesin maðurin er, men tað ljóðar, sum hatta er eitt seriøst forum, hann leggur fram í. Fyri mær at síggja verður kyksilvurgranskingin misnýtt til at gera seg inn á føroyskt grindadráp við. Tað er hent fyrr, men ongantíð so grovt, sigur Kate Sanderson.
Málið er púra nýtt fyri hana, og tí veit hon ikki, um tað frá almennari síðu verður gjørt nakað. Men hon heldur í fyrstu syftu, at hetta er eitt mál læknanna millum. Tí tað er í teirra høpi, at upplýsingarnar, sum eru fullkomiliga burturvið, koma fram.
? Hetta gongur bæði út yvir læknaumdømið og trúvirði hjá læknaligu granskingini, tí her verður gransking blandað saman við persónligan moral. Ein og hvør hevur loyvi at hava sína meining, men tað eigur ikki at vera blandað saman. Tað er vandamikið, tá fólk í ósakligum ørindum geva seg út fyri at vera óheft, sigur Kate Sanderson.