Tað eru kend nøvn ið eru umboða, tá nøkur av teimum bestu reiðfólkum í norðurlondum, fara at dystast við íslandsrossum, á ísinum í Frederikshavn 28. januar.
Føroyar verða umboðaðar av Jóanis í Hoygarðinum á hestinum Bassa frá Tindsgarði. Jóanis í Hoygarðinum hevur ikki havt bestu møguleikar at venja til kappingina, men mett verður, at fer hann at gera sítt, fyri at koma so langt sum gjørligt.
Jóanis í Hoygarðinum metir at Ísland, umboða av Jóhan R. Skúlason og hesti hansara Finnbogi frá Minni-Reykjum eru favorittar, men vónar at kunna geva teimum dyst til strikuna.
Nakað av føroyskum áskoðarum eru vanliga til Ístølt í Frederikshavn. Tað verður væntandi aftur í ár, skrivar Føroya RÍðingarfelag.