Føroyingar biðja Europa farvæl

Í gjárkvøldið endaði føroyska luttøkan í Europa Cup á hesum sinni. Start, sum á heimavølli hevði tapt 5-2 móti Ajax, vitjaði í Amsterdam. Setningurin hjá norska felagnum var at avmarka tapið so nógv, sum tað á nakran hátt bar til.
Todi Jónsson var á vøllinum fyrsta tíman. So varð hann skiftur út við Stefan Bärlin. Harvið var føroyska luttøkan í Europa Cup á hesum sinni av.
Treytirnar hjá álopsspælarunum vóru ikki góðar. Start hevði ongan upplagdan málmøguleika, og hóast Ajax sigurin ikki gjørdist størri enn 4-0, so var talan um sera stóran mun á liðunum.
Start venjarin, Stig Inge Bjørnebye, staðfesti, at munurin hevði verið stórur. Serliga stóran helt hann munin vera í verjuspælinum. Átta av teimum níggju málunum, sum Ajax skoraði í teimum báðum dystunum, helt venjarin standast av persónligum mistøkum og harvið at vera óneyðug.