Hvørt ár betalir hvør føroyingur góðar 151.000 krónur til tann almenna raksturin. Samstundis betalir hvør danskari góðar 158.300 krónur til almenna raksturin har.
Tað fortaldi Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum í Løgtinginum í gjár, eftir at Jaspur Vang, løgtingsmaður, bað hann leggja tøl á borðið, har almenna nýtslan í Føroyum og í Danmark verður samanborin.
Svarið frá landsstýrismanninum er grundað á eina greinarrøð, sum Hagstovan gjørdi herfyri, har almenni geirin í Føroyum, Danmark og Íslandi varð samanborin.
Skattatrýst
Skattatrýst verður mátað upp á ymsar mátar. Vanliga skattatrýstið eru allir skattir og øll avgjøld í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, BTÚ. Hetta eru skattirnar í mun til tær inntøkur, sum verða skaptar í Føroyum. Hugtakið Rættaða skattatrýstið, fevnir um allir skattir og øll avgjøld í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna. Tøka bruttotjóðarinntøkan er BTÚ pluss donsku ríkisveitingina og pluss tær lønir og rentuinntøkur netto, sum føroyingar forvinna uttanlands. Hetta er at rokna skattir og avgjøld í mun til allar inntøkurnar í landinum.
Stórur munur
Men hóast hvør føroyingur brúkar meiri til almenna raksturin enn danir gera, er rættiliga stórur munur á, hvat peningurin verður brúktur til.
Sum tað sæst, er aðalfyrisitingin og almannaverkið í Føroyum væl bíligari enn í Danmark, men hinvegin betala føroyingar munandi meiri til samferðslu og vinnulig endamál.
Jaspur Vang, sum reisti málið, heldur, at gjøgnumgangandi vísir svarið, at tað er dýrari at varðveita eitt høgt vælferðarstøði í einum lítlum, spjaddum oyggjasamfelagi, enn í einum størri samfelagi.
Í hesum sambandi minnir hann á, at tað eru framvegis nógvar útreiðslur, sum danir rinda fyri okkum, tí vit hava ikki yvirtikið øll málsøki enn.
Nógvur stuðul
Í Løgtinginum í gjár komu eisini onkrar metingar um, hví tølini eru so ymisk.
- Ein orsøk til, at okkara útreiðslur til samferðslu og vinnulig endamál eru so nógv hægri enn danir, er tann, at vit hava so nógvan vinnuligan stuðul til vinnuna, helt Jóannes Eidesgaard.
Her verður sipað til sjómannafrádrátt, inntøkutrygd og aðrar útreiðslur.
Jaspur Vang er samdur. Men hann heldur, at munurin verður serliga grefligur, tá ið hugsað verður um, hvussu lítið føroyingar brúka til vegir, tunlar og brýr og hvussu lítið vit brúka til at røkta tað undirstøðukervið, vit hava.
Her kann eisini vísast til samrøðu við Landsverk í Sosialinum herfyri, har víst verður á, at føroyska vegakervið er við at fella í órøkt.
- Samstundis síggja vit, hvussu høgum støðið, danska vegakervið er í við gongubreytum, súkklubreytum og koyribreytum greitt atskildum, heldur Jaspur Vang.
Tað leypir eisini í eyguni, hvussu nógv minni føroyingar brúka til almannaverkið enn danir brúka.
- Tað er somuleiðis munur á, at danska almannaverkið veitir eina betri tænastu enn føroyingar brúka, heldur hann.
Grefligur munur
Tað leypir eisini í eyguni, at hvør føroyingur brúkar góðar 5400 krónur til undirvísing enn danir brúka.
- Ein orsøk til tað kann vera tann skúlabygnaður, vit hava við nógvum smáum skúlum, er órationellur, heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Jaspur Vang sigur, at hesin munurin verður serliga grefligur, tá ið hugsað verður um, hvussu nógvir føroyingar fara uttanlands til hæri lestur, so tær útreiðslurnar hava vit heldur ikki.
- Tað eru nógv undirvísingartilboð, vit ikki hava, en kortini kostar okkara skúlaverk nógv meiri enn tað danska.
At vit ongar útreiðslur hava til verjumál er sjálvsagt, tí vit hava onga verju, men tað leypir í eyguni, at hvør føroyingur brúkar meiri enn tvær ferðir so nógv til bústað og umhvørvið enn danir gera.
Ein orsøkin til tað kann vera, at føroyingar eru kravmiklari og krevja, at hvør byggir síni egnu hús.
Danskir pengar tryggja føroyingum lægri skatt
Skattatrýstið í Føroyum er lægri enn tað er í Føroyum.
Tað varð staðfest í Løgtinginum í gjár, tá ið Jóannes Edesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, svaraði einum spurningi frá Jaspur Vang.
Landsstýrismaðurin greidi frá, at Hagstovan hevur samanborið skattatrýstið ímillum Føroyar og Danmark frá 2004 til 2008. Hesi árini var vanliga skattatrýstið í miðal 46% í Føroyum og í miðal 49% í Danmark. Føroyska skattatrýstið er tí nakað minni enn tað danska.
Sama tíðarskeið var rættaða skattatrýstið í miðal 42% í Føroyum og í miðal 50% í Danmark.
- Heildarveitingin úr Danmark hevur sostatt við sær, at føroyska skattatrýstið verður enn lægri enn tað danska, tá skattatrýstið verður roknað í mun til tøku bruttotjóðarúrtøkuna í landinum, staðfesti Jóannes Eidesgaard.
Í Íslandi var vanliga skattatrýstið í miðal 39% og rættaða skattatrýstið í miðal 42% í árunum frá 2004 til 2008, legði hann afturat










